Tað var metstór luttøka tá Treysti skipaði fyri 13. Føroya Bjór Renning á Norðoyastevnu
Nærum 150 luttakarar høvdu melda til, og av teimum gjøgnumførdu umleið 140. Stuttligt var at síggja útvið 70 luttakarar hjá teimum vaksnu.
Líkindini at renna vóru góð, hóast tað var eitt lítið høgættarlot, sum var eitt sindur kølið. Sum altíð, so vóru eisini nógvir áskoðarar komnir at hyggja og stuðla.
Hjá teimum vaksnu var renningin samstundis 1.umfar í Grand Prix. Hjá monnunum vóru tað Andrias Hansen og Sam Vang úr Bragdið og Guttorm Sørensen og Borgar Biskopstø úr Treysti, sum løgdu seg greitt á odda frá byrjan. Borgar dragnaði eftir einar 2 km, meðan hinir fylgdust tá teir fóru út á seinasta umfar. Tá setti Andrias ferðina upp og dróg frá Sam og Guttorm. Andrias kom á mál sum tryggur vinnari við tíðini 16.37 min. frammanfyri Sam við 16.47 min. og Guttorm á triðjaplássið við 17.00 min. Borgar bleiv yvirhálaður av Eiriki Hansen úr Bragdið og gjørdist sostatt nummar fimm við 17.40 min. stutt frammanfyri Jan Elmar Sørensen úr Treysti við 17.46 min. Borgar vann samstundis veteranbólkin frammanfyri Pól Sundskarð og Theodor Askham Olsen úr Treysti. Superveteranbólkin vann Heðin Jóhannessen úr Treysti frammanfyri Jens Weihe og Hans Wilhelm Rasmussen úr Frælsi.
Hjá kvinnunum var ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna, tí Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum legði seg á odda frá byrjan og økti leiðsluna allan vegin og kom á mál við tíðini 18.11 min. sum er persónligt met hjá henni. Nummar tvey og trý gjørdust Treystakvinnurnar Petra Gardar Neumann við 20.42 min og Rebekka Fuglø við 21.22 min.
Vetaranbólkarnar hjá kvinnum vunnu ávikavista Rósa Margrét Hammer úr Klaksvík og Charlotte Rasmussen úr Frælsi.
Øll úrslitini av Føroya Bjór Renningi 6. juni 2009 á Norðoyastevnu eru at finna her niðanfyri:
Dreingir -7 Føddir 2002 ella seinni (Teinur: 665 m)
01. 3.10 Natanael Andréson Matras 2002 Norðoyri
02. 3.11 Aleks Jacobsen 2002 Treysti
03. 3.14 Debes Christiansen 2002 Treysti
04. 3.19 David Eyðsteinsson 2002 Treysti
05. 3.24 Edvard Ingebrigtsen 2002 Bragdið
06. 3.26 Símun Pauli Fuglø Sivertsen 2002 Hvannasund
07. 3.29 Mortan Rasmussen 2003 Klaksvík
08. 3.30 Mortan Samson 2003 Klaksvík
09. 3.59 Jákup Súlberg Klakstein 2003 Klaksvík
10. 4.01 Eiri Jógvansson Glerfoss 2005 Bragdið
11. 4.06 Ólavur Johannesen 2003 Klaksvík
12. 4.54 Oskar Jespersen 2004 Hvannasund
13. 5.59 Brandur Andréson Matras 2003 Norðoyri
DNS Rókur Dragaberg 2004 Klaksvík
Dreingir 8-10 Føddir 1999-2001 (Teinur: 665 m)
01. 2.26 Teitur Isaksen 1999 Klaksvík
02. 2.38 Óli Eyðsteinsson 2001 Treysti
03. 2.43 Rói Olsen 2001 Roysnið
04. 2.43 Absalon Jacobsen 1999 Klaksvík
05. 2.45 John Hermann Fuglø 2000 Treysti
06. 2.46 Hans Petur Weihe Frímundsson 2001 Bragdið
07. 2.53 Heðin Hávarsá 2001 Norðoyri
08. 2.56 Magnus Neumann 2000 Klaksvík
09. 2.57 Ísak Tróndheim 2000 Klaksvík
10. 3.23 Hákun Poulsen 2000 Bragdið
Dreingir 11-13 Føddir 1996-1998 (Teinur: 1.330 m)
1. 4.43 Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið
2. 4.50 Ari Olsen 1998 Roysnið
3. 5.00 Heðin Gregersen 1996 Treysti
4. 5.07 Fridleivur Joensen 1996 Treysti
5. 5.23 Julian Gregersen 1998 Treysti
Dreingir 14-17 Føddir 1992-1995 (Teinur: 1.330 m)
1. 4.09 Rúni Seloy 1994 Bragdið
2. 4.42 Hans Jacobsen 1994 Bragdið
3. 4.45 Hanus Pál Jógvansson 1992 Bragdið
4. 4.53 Einar Gregersen 1995 Treysti
Gentur -7 Føddar 2002 ella seinni (Teinur: 665 m)
01. 2.59 Maria Biskopstø 2002 Treysti
02. 3.15 Zemaida Steinberg 2002 Klaksvík
03. 3.25 Lena Maria Joensen 2002 Klaksvík
04. 3.36 Bára Jógvansdóttir Glerfoss 2003 Bragdið
05. 3.40 Hallamaria Mikkelsen 2002 Klaksvík
06. 3.48 Elin Maria Poulsen 2002 Klaksvík
07. 4.18 Joan Poulsen 2004 Klaksvík
08. 4.37 Anita Jacobsen 2004 Klaksvík
09. 4.55 Vár Johannesen 2006 Klaksvík
10. 5.10 Jórun Najma Patawary 2005 Klaksvík
11. 5.48 Julia Seloy 2003 Bragdið
12. 5.50 Sólveig A. Hansen 2002 Frælsi
13. 7.19 Amanda Weihe Frímundsdóttir 2005 Bragdið
Gentur 8-10 Føddar 1999-2001 (Teinur: 665 m)
01. 2.34 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
02. 2.35 Erla Christiansen 1999 Klaksvík
03. 2.36 Petra Ingebrigtsen 2000 Bragdið
04. 2.39 Randi á Bergi 2000 Klaksvík
05. 2.42 Paulina Fuglø 1999 Treysti
06. 2.43 Karin Holm Simonsen 1999 Bragdið
07. 2.46 Sonja Sirdal 1999 Hvannasund
08. 2.49 Elisa Heldarskarð 1999 Treysti
09. 2.52 Lena Poulsen 2000 Klaksvík
10. 2.54 Elisabet Holm Simonsen 2001 Bragdið
11. 2.54 Rakul Fuglø Christiansen 1999 Treysti
12. 2.57 Emma Jespersen 1999 Hvannasund
13. 3.02 Silja Matras 1999 Kollafjørður
14. 3.12 Anna Anthoniussen 2000 Fuglafjørður
15. 3.12 Tóra Norðá 2001 Klaksvík
16. 3.14 Maria Hansen 2000 Runavík
17. 3.15 Jóna Sølvia í Heiðinum Davidsen 2001 Runavík
18. 3.19 Kristina Hansen 2001 Runavík
DNF Lillian Jespersen 2001 Hvannasund
DNF Sofía Ziskason 2001 Treysti
DNS Marin Fuglø Christiansen 2001 Treysti
DNS Monika Pernille Jacobsen 1999 Treysti
DNS Rutt Gregersen 2001 Treysti
Gentur 11-13 Føddar 1996-1998 (Teinur: 1.330 m)
1. 5.02 Elsa Berg 1996 Bragdið
2. 5.31 Hildur Poulsen 1997 Bragdið
3. 5.36 Lisa Joensen 1997 Klaksvík
4. 5.36 Jansý Jacobsen 1998 Treysti
5. 5.46 Bergfríð Lassen Joensen 1997 Bragdið
6. 6.44 Gunn Joensen 1996 Klaksvík
DNF Harriet Jacobsen 1997 Klaksvík
DNS Mikala Mørkøre 1997 Treysti
Gentur 14-17 Føddar 1992-1995 (Teinur: 1.330 m)
1. 4.45 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2. 5.19 Monika Biskopstø 1994 Treysti
3. 5.21 Jónfríð Hansen 1994
DNS Una Joensen 1993 Klaksvík
Kappingin hjá teimum vaksnu var samstundis fyrsta umfar í Grand Prix. Fyri at fáa stig í Grand Prix, so skal ein vera limur í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt. Aftasta talið í tølunum í úrslitnunum niðanfyri eru stigini viðkomandi rennari hevur fingið.
Kvinnur Opin bólkur F. 1993 ella fyrr (Teinur: 5 km)
01. 18.11 Bjørk Herup Olsen 1991 Bragdið 40
02. 20.42 Petra Gardar Neumann 1967 Treysti 34
03. 21.22 Rebekka Fuglø 1993 Treysti 30
04. 23.00 Rósa Margrét Hammer 1960 Klaksvík –
05. 23.09 Ann-Mari B. Mouritsen 1976 Hoyvík –
06. 24.05 Susan Jacobsen 1964 Treysti 26
07. 24.15 Sigrid Bjartalið 1972 Treysti 23
08. 24.36 Elsba Rasmussen 1991 Klaksvík –
09. 24.57 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti 20
10. 25.02 Mona Rasmussen 1969 Treysti 18
11. 26.11 Gunnvá Wardum 1973 Hoyvík –
12. 26.59 Anja Joensen 1968 Bragdið 16
13. 27.23 Laila Jacobsen 1962 Frælsi 14
14. 27.36 Lena Ziskason 1968 Hoyvík –
15. 27.56 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið 12
16. 28.38 Una Joensen 1993 Klaksvík –
17. 28.46 Bjørt Samuelsen 1965 Hoyvík –
18. 29.14 Oluffa Joensen 1958 Gøta –
19. 29.27 Herborg Foldbo 1959 Gøta –
20. 29.31 Herdis Vernersdóttir 1967 Klaksvík –
21. 30.08 Charlotte Rasmussen 1954 Frælsi 10
22. 31.05 Henny Gerðalíð 1952 Treysti 9
23. 31.06 Malan K. Olsen 1962 Klaksvík –
24. 31.32 Hanna Z. Hansen 1967 Treysti 8
Kvinnur veteranar 45+ F. 1954-1963 (Teinur: 5 km)
1. 23.00 Rósa Margrét Hammer 1960 Klaksvík –
2. 27.23 Laila Jacobsen 1962 Frælsi 40
3. 29.14 Oluffa Joensen 1958 Gøta –
4. 29.27 Herborg Foldbo 1959 Gøta –
5. 31.06 Malan K. Olsen 1962 Klaksvík –
Kvinnur veteranar 55+ F. 1953 ella fyrr (Teinur: 5 km)
1. 30.08 Charlotte Rasmussen 1954 Frælsi 40
2. 31.05 Henny Gerðalíð 1952 Treysti 34
Menn Opin bólkur F. 1993 ella fyrr (Teinur: 5 km)
01. 16.37 Andrias Hansen 1982 Bragdið 40
02. 16.47 Sam Vang 1970 Bragdið 34
03. 17.00 Guttorm Sørensen 1968 Treysti 30
04. 17.32 Eirikur Hansen 1980 Bragdið 26
05. 17.40 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 23
06. 17.46 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti 20
07. 17.53 Hallur Holm 1967 Bragdið 18
08. 18.37 Súni Jacobsen 1967 Bragdið 16
09. 18.49 Jonhard Larsen 1966 Treysti 14
10. 19.09 Heðin Jóhannessen 1953 Treysti 12
11. 19.21 Brian Smedemark 1980 Tórshavn –
12. 19.24 Heini Gregersen 1964 Treysti 10
13. 19.29 Louis Kristensen 1970 Bragdið 9
14. 19.32 Pól Sundskarð 1957 Treysti 8
15. 19.44 Jens Weihe 1947 Frælsi 7
16. 19.49 Hans Vilhelm Rasmussen 1950 Frælsi 6
17. 19.57 Sigurd Vatnhamar 1965 Leirvík –
18. 20.07 Sølvi R. Hansen 1970 Treysti 5
19. 21.05 Steindor Hjaltalin 1949 Bragdið 4
20. 21.13 Emil Biskopstø 1991 Treysti 3
21. 21.14 Jógvan Jóhan Lorenzen 1980 Treysti 2
22. 21.16 Jan Petersen 1972 Klaksvík –
23. 21.20 Richard Hansen 1972 Treysti 1
24. 22.08 Hanus Pál Jógvansson 1992 Nólsoy –
25. 22.11 Theodor Askham Olsen 1958 Treysti 0
26. 22.14 Hannes Gislason 1965 Tórshavn –
27. 22.32 Gunnar Simonsen 1952 Norðdepli –
28. 22.41 Flemming Petersen 1960 Roysnið 0
29. 22.46 Jonni Isaksen 1963 Treysti 0
30. 23.22 Mikkjal Olsen 1951 Treysti 0
31. 23.31 Hallur Biskopstø 1960 Treysti 0
32. 24.40 Erland Jensen 1967 Hoyvík –
33. 24.52 Sólarn Isaksen 1957 Treysti 0
34. 25.17 Frímund Hansen 1965 Tórshavn –
35. 25.20 Karl Birgir Isaksen 1964 Treysti 0
36. 25.40 Poul Poulsen 1961 Bragdið 0
37. 25.51 Henry Berg 1988 Tórshavn –
38. 25.59 Regin Jóanesarson 1945 Treysti 0
39. 26.22 Hans Birgir Hansen 1949 Bragdið 0
DNF John Petersen 1968 Treysti
DNS Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
DNS Michael Feldballe 1973 Bragdið
DNS Petur Vitalis 1964 Klaksvík
DNS Regin Bláhamar 1971 Bragdið
Menn veteranar 45+ F. 1954-1963 (Teinur: 5 km)
1. 17.40 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 40
2. 19.32 Pól Sundskarð 1957 Treysti 34
3. 22.11 Theodor Askham Olsen 1958 Treysti 30
4. 22.46 Jonni Isaksen 1963 Treysti 26
5. 23.31 Hallur Biskopstø 1960 Treysti 23
6. 24.52 Sólarn Isaksen 1957 Treysti 20
7. 25.40 Poul Poulsen 1961 Bragdið 18
Menn veteranar 55+ F. 1953 ella fyrr (Teinur: 5 km)
1. 19.09 Heðin Jóhannessen 1953 Treysti 40
2. 19.44 Jens Weihe 1947 Frælsi 34
3. 19.49 Hans Vilhelm Rasmussen 1950 Frælsi 30
4. 21.05 Steindor Hjaltalin 1949 Bragdið 26
5. 22.32 Gunnar Simonsen 1952 Norðdepli –
6. 23.22 Mikkjal Olsen 1951 Treysti 23
7. 25.59 Regin Jóanesarson 1945 Treysti 20
8. 26.22 Hans Birgir Hansen 1949 Bragdið 18
Næsta rennikapping verður á Skála fríggjakvøldið 12. juni.




