Heili 96 luttakarir lótu seg ikki ávirka av vindi og regni, tá Treysti sunnudagin skipaði fyri rennikapping á Viðareiði.
Luttøkan var munandi størri enn fyrireikarnir høvdu roknað við, og var eisini væl av áskoðarum komnir at heppa. Tað vóru bæði børn og foreldur, sum vóru farin at luttaka, hóast veðrið ikki var nakað serligt. Fyrst at renna vóru tey vaksnu, sum skuldu renna eitt umfar runt á Viðareiði, sum er ein teinur uppá 2,7 km. Tey runnu frá norðara enda av Nýggjavegi, til Ónagerði, niðan á Grømma, oman í Eiðsvík og aftur á mál, har tey byrjaðu. Fyrstur av teimum 8 monnunum á mál, varð Jógvan (Egga) Heinesen av Viðareiði og var hann bert eitt sekund frammanfyri Jóhan Heina Heinesen av Viðareiði. Fyrst av teimum 10 kvinnunum var Karin Petersen úr Klaksvík. Síðani fóru børnini undir sínar kappingar. Tey runnu øll á Nýggjavegi yvir á Grømma at venda og aftur á mál. Tey minnu runnu 500m, meðan tey størru runnu 1.000m.
Eftir at allar kappingarnar vóru avgreiddar, bleiv farið í fimleikarhøllina, har borgarstjórin, Árni Absalonsen, handaði heiðursmerkir, sum Viðareiðis Kommuna hevði latið.
Øll úrslitini eru at síggja her niðanfyri:
Gentur f.1999 ella seinni (500m)
1. 2,19 Paulina Fuglø, Norðdepli/Treysti, 1999
2. 2,40 Anna Absalonsen, Viðareiði, 1999
3. 2,43 Monika Pernille Jacobsen, Klaksvík, 1999
4. 2,56 Astrid Ziska Dahl, Klaksvík, 1999
5. 3,19 Herdis Elisabeth Poulsen, Viðareiði, 2000
6. 3,21 Eskilda Malena Poulsen, Viðareiði, 2001
7. 3,25 Oddvør Josephsen, Klaksvík, 2001
8. 3,26 Martha Josephsen, Klaksvík, 1999
9. 3,32 Lív Hanusardóttir, Viðareiði, 2001
10. 3,38 Natalia Joensen, Viðareiði, 2002
11. 3,39 Maria Biskopstø, Klaksvík
12. 3,52 Una Petersen, Viðareiði, 2001
Dreingir f. 1999 ella seinni (500m)
1. 2,28 Mórits Bjartalíð, Viðareiði, 1999
2. 2,31 Andrias á Marknagili, Klaksvík/Treysti, 1999
3. 2,41 Jens Kartin Heinesen, Viðareiði, 1999
4. 2,46 Sjúrður Steinberg, Viðareiði, 1999
5. 2,50 Bárður Kallsberg, Viðareiði, 2000
6. 2,51 Jógvan Steingrím Højgaard, Klaksvík, 1999
7. 3,01 Hallur Jacobsen, Viðareiði, 1999
8. 3,02 Pætur Heinesen, Viðareiði, 2000
9. 3,14 Petur Absalonsen, Viðareiði, 1999
10. 3,15 John Fuglø, Norðdepli, 2001
11. 3,17 Jógvan Absalon Absalonsen, Viðareiði, 2000
12. 3,21 Rúni Petersen, Viðareiði, 2000
13. 3,23 Mikkjal Sørensen, Viðareiði, 2001
14. 3,26 Tóri Ziska Dahl, Klaksvík, 2001
15. 3,50 Debes Christiansen, Klaksvík, 2002
Gentur f. 1997-1998 (500m)
1. 2,09 Barbara Simonsen, Viðareiði, 1997
2. 2,14 Katarina Simonsen, Viðareiði, 1997
3. 2,26 Tanja H. Poulsen, Klaksvík, 1998
4. 2,39 Jónvør Olsen, Viðareiði, 1998
5. 2,46 Eydna Steinberg, Viðareiði, 1997
6. 2,51 Sandra Simonsen, Viðareiði, 1997
7. 3,02 Elsa Lydersen, Viðareiði, 1997
Dreingir f. 1997-1998 (500m)
1. 1,50 Beinir Johannesen, Klaksvík/Treysti, 1997
2. 1,55 Joen Jákup Heinesen, Viðareiði, 1998
3. 1,56 Julian Gregersen, Klaksvík/Treysti. 1998
4. 1,58 Uni Vitalis, Viðareiði, 1997
5. 2,20 Samson Samson, Viðareiði, 1997
6. 2,25 Jóhan Høgnesen, Viðareiði/Treysti, 1998
Gentur f. 1995-1996 (500m)
1. 1,57 Rakul Absalonsen, Viðareiði, 1995
2. 2,06 Óluva Simonsen, Viðareiði, 1995
3. 2,12 Durita Magnussen, Haraldsund, 1995
4. 2,16 Malan Bjartalíð, Viðareiði, 1995
5. 2,58 Elspa Malena Petersen, Viðareiði, 1996
Dreingir f. 1995-1996 (500m)
1. 1,45 John Viljam Johannesen, Klaksvík/Treysti, 1995
2. 1,47 Einar Gregersen, Klaksvík/Treysti, 1995
3. 1,50 Heðin Gregersen, Klaksvík/Treysti, 1996
4. 1,54 Jákup Petersen, Viðareiði, 1996
5. 2,03 Gunnar Stakksá, Viðareiði, 1996
6. 2,12 Jóhan Absalonsen, Viðareiði, 1996
7. 2,17 Høgni Jacobsen, Viðareiði, 1995
8. 2,22 Olivur Poulsen, Viðareiði, 1995
9. 2,40 Kári Olsen, Viðareiði, 1995
10. 2,47 Julian Petersen, Viðareiði, 1996
Gentur f. 1993-1994 (1.000m)
1. 3,44 Rebekka Fuglø, Norðdepli/Treysti, 1993
2. 4,27 Monika Biskopstø, Klaksvík, 1994
3. 4,47 Katrin Absalonsen, Viðareiði, 1994
4. 4,47 Erla Jacobsen, Haraldsund, 1993
Dreingir f. 1993-1994 (1.000m)
1. 4,17 Ingi Mohr, Viðareiði, 1994
2. 5,30 Pauli Nybo, Viðareiði, 1993
3. 5,36 Anfinn Kallsberg, Viðareiði, 1993
Gentur f. 1989-1992 (1.000m)
1. 4,11 Vilbjørg Johannesen, Klaksvík/Treysti, 1992
2. 4,15 Carola Lydersen, Haraldsund, 1992
3. 4,30 Maria Stakksá, Viðareiði, 1992
4. 4,43 Bergfríð Joensen, Viðareiði, 1991
5. 4,51 Liljan Jacobsen, Klaksvík, 1990
Dreingir f. 1989-1992 (1.000m)
1. 3,31 Dánjal Simonsen, Viðareiði, 1991
2. 3,41 Jóannes Sørensen, Viðareiði, 1989
3. 3,54 Helgi Samson, Viðareiði, 1992
4. 4,02 Einar Mohr, Viðareiði, 1989
5. 4,23 Johannes Petersen, Viðareiði, 1991
6. 4,41 Leivur Lydersen, Haraldsund, 1989
7. 4,57 Emil Simonsen, Viðareiði, 1992
Kvinnur f. 1988 ella fyrr (2,7km)
1. 14,36 Karin Petersen, Klaksvík, 1964
2. 15,16 Sigrid Bjartalíð, Viðareiði, 1972
3. 16,34 Jensebeth Absalonsen, Viðareiði, 1960
4. 17,05 Jacoba Stakksá, Viðareiði, 1971
5. 17,24 Ebba Jacobsen, Haraldsund, 1961
6. 18,19 Eydna Vitalis, Viðareiði, 1968
7. 19,31 Judith Mohr, Viðareiði, 1961
8. 20,03 Sunniva Simonsen, Viðareiði, 1963
9. 21,58 Hannepoula Viderø, Viðareiði, 1963
10. 22,08 Jórun Hvidbro, Viðareiði, 1962
Menn f. 1988 ella fyrr (2,7km)
1. 12,08 Jógvan (Egga) Heinesen, Viðareiði, 1977
2. 12,09 Jóhan Heini Heinesen, Viðareiði, 1975
3. 13,07 Bergur Viderø, Viðareiði, 1966
4. 13,21 Tórhallur Stakksá, Viðareiði, 1969
5. 14,26 Hanus Kjølbro, Viðareiði, 1969
6. 16,17 Bjarni Ziska Dahl, Klaksvík, 1966
7. 17,40 Sámal Júst Ziska Dahl, Klaksvík, 1934
8. 19,55 Hans Jákup Hvidbro, Viðareiði, 1957




