Leygardagin 21. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 4. umfari í Vetrarkappingini í Hvannasundi
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
Tað verður kappast í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -1992)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1954-1963)
-Menn Superveteranar (f. 1953 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1988-1992)
-Gentur / Dreingir (f. 1993-1997)
Allir teir vaksnu bólkarnir renna 10 km, meðan gentur og dreingir renna 4 km. Runnið verður á einum rundteini á umleið 1 km. Startur og mál verða við gamla skúla í Hvannasundi. Runnið verður norður eftir Sundsvegnum frá gamla skúla og norður í Sandoyrabug, suður gjøgnum fjøruna eftir nýggju gøtuni, sum kommunan hevur gjørt, og so niðan á Sundsvegin úti í Bug har snarað verður til vinstru og runnið norðureftir til gamla skúla.
Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir, sum eru stuðlaði av KBI Sp/f, latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroya (www.athletics.fo ella www.renn.fo) innan fríggjakvøldið 20. februar á miðnátt.
Luttakararnir verða bidnir um at møta við gamla skúla hálvan tíma áðrenn start og avheinta startnummar. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.
Hetta er aðru ferð at Vetrarkapping er í Hvannasundi. Seinasta ár tá runnið bleiv vóru stak vánalig rennilíkindir, men harafturímóti fingu luttakararnir eitt renniminni fyri lívið. Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.
Í sambandi við renningina er møguleiki er fyri at umklæðing í Skúlanum á Fossánesi.




