Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennistrongur til Svínoyar kostar 100 milliónir krónur

Oliver Joensen

Svínoyggin var í fokus tá fundur í Íverksetarahúsinum í dag varð fyriskipaður har viðurskifti og møguleikar á Svínoy vóru umrødd

Svínoyggin var í fokus tá fundur í Íverksetarahúsinum í dag varð fyriskipaður har viðurskifti og møguleikar á Svínoy vóru umrødd

Ólavur Hátun hevði sett hópin av framstandandi fólki stevnu í Íverksetarahúsinum at umrøða menningarmøguleikar í Svínoy. Hópin av framløgum, ið elvdu til spurningar og áhugavert kjak vóru á skránni, væl stýrt av fundarstjóranum Halgir Winther Poulsen. 

Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri beyð vælkomin. Jógvan Ravnsfjall greiddi frá støðuni við gomlum bátum í Norðoyggjum og Svínoy. Ólavur Hátun hugleiddi um sína barndómstíð í Svínoy og tosaði eisini um framskoðandi viðurskifti í Svínoy. Ólavur umrøddi verkætlanina nevnd Bjarnafossur, sum snýr seg um at varðveita gomlu bátarnar. 

Armgarð Steinhólm og Fríðrik Heinesen saman við Maurice Andrey viðgjørdu samferðslumøguleikar í Svínoy, har serliga rennistrongurin fekk tíð undir luppinum. Tað letur seg væl gera at ferðast út í Svínoy við rennistrongi. Ein slíkur vil kosta 100 mió. krónur. 

Sjúrður Jacobsen hugleiddi um hvønn munagóðan týdning Smoltstøðin kann hava sum arbeiðspláss í Svínoy. Gunnar Bjarnasson hevði uppskot til frambrot í seyðahaldinum og hagarøktini í Svínoy. Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni bar fram hugskot at lagað gamlar gróthústoftur uppaftur niðri í bygdini og  yviri á Eiði í Svínoy. 

Olga Biskopstø hugleiddi um, hvønn mennandi týdning bátaverkætlanin hjá “Bjarnafossi” kann fáa fyri ferðavinnuvirksemi í Svínoy. 

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands viðgjørdi týdningin av góðum ferðafólkaumstøðum í Føroyum við denti á Svínoy. 

Talan gjørdist um tveir sera gevandi tímar har nógv áhugaverd hugskot vórðu borin fram á torg. Landsstýriskvinnan í Almannamálum Eyðgunn Samuelsen vikarieraði fyri Hendrik Old, samferðslumálaraharra og eisini vóru tingfólkini Jákup Mikkelsen, Óluva Klettskarð, Jónleif Johannesen og Bjørn Kalsø millum áhoyrarnar.