Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Guttorm og Fríðunn føroyameistarar

John William Joensen

Í gjárkvøldið blivu Guttorm Sørensen og Fríðunn Steinberg úr Treysti føroyameistarar á 10 km teininum hjá monnum og kvinnum

Tað var Roynsið úr Eysturoynni, sum skipaði fyri rennikappingini í samband við Eystanstevnuna, sum verður í Runavík í vikuskiftinum. Kappingin var samstundis 4. umfar í Grand Prix kappingini í summar.

Líkindini at renna vóru góð. Tað var av allarfagrasta summarveðri meðan rennararnir hitaðu upp, men beint áðrenn startskotið byrjaði at regna, og tað regnaði alla tíðina meðan runnið varð.

Hjá monnunum legði Guttorm Sørensen úr Treysti seg á odda frá byrjan, við Sam Vang og Regin Zachariasen úr Bragdinum í hølunum. Men tað gjørdist skjótt greitt, at teir ikki ætlaðu at fylgja Guttormi, sum brúkti 16,32 min. um teir fyrstu fimm kilometrarnar. Sam og Regin brúktu harafturímóti 17,24 min. um teir fyrstu fimm kilometrarnar. Henda støðan helt sær á mál, og gjørdist Guttorm tryggur vinnari við tíðini 33,39 min. Sam bleiv nummar tvey við tíðini 34,40 min. og Regin Zachariasen nummar trý við tíðini 34,51 min. Úr Treysti gjørdust Ólavur Jacobsen nummar 7 við 39,39 min. Tummas Joensen nummar 9 við 41,51 min. og Richard Hansen nummar 11 við 42,59 min.

Hjá kvinnunum gjørdist Fríðunn Steinberg úr Treysti vinnari við tíðini 43,55 min. frammanfyri Rannvu Djurholm úr Bragdinum við tíðini 44,42 min. og Karin K. Petersen úr Treysti, sum gjørdist nummar trý við tíðini 48,33 min.. Rannvá lá annars væl frammanfyri Fríðunn, men móti endanum fekk hon trupuleikar við maganum og mátti tí seta ferðina nógv niður, og tá fór Fríðunn forbí hana.

Hjá veteranum 45+ gjørdist Regin Zachariasen vinnari frammanfyri Absalon Hansen úr Bragdinum við tíðini 36,20 min. og Tummas Joensen úr Treysti við tíðini 41,51 min. Hjá veteranum 55+ gjørdist Krisjan Christiansen úr Bragdinum vinnari við tíðini 45,58 min. frammanfyri Harry Hansen úr Roysninum við tíðini 47,09 min.

Í Grand Prix kappingini hevur Guttorm Sørensen nú lagt seg á odda við 120 stigum, frammanfyri Jóan Karl Joensen og Sam Vang, sum hava ávikavist 94 og 90 stigum. Hjá kvinnunum eru Fríðunn Steinberg og Rannvá Djurholm javnar á fyrsta plássi við 114 stigum, meðan Karin K. Petersen hevur 94 stig á triðja plássi.

Tað eru tvey umfør eftir í Grand Prix kappingini. Tey verða á Vestanstevnu í Miðvági 12. juli og á Ólavsøku 27. juli í Havn. Í samlaðu kappingini eru tað fýra tey bestu umførini, sum hvør einstakur rennari hevur runnið, sum telja við.

Harleyfacadeacryl