Í gjár gjørdist Guttorm Sørensen úr Treystinum føroyameistari á 10 km teininum við tíðini 32,49 min.
Tað var Roysnið úr Runavík, sum skipaði fyri FM kappingini á 10 km teininum klokkan 18.30 í gjár. Kappingin var samstundis annað umfar av Grand Prix kappingini í summar. Líkindi at renna vóru góð, hóast eitt fitt lot var úteftir Skálafjørðinum. Rutan gekk oman á kei’ina við Sjómansheimið, inn eftir kei’ini og niðan á vegin við Føroya Banka og út aftur til Sjómansheimið har málið var. Hesin teinur bleiv runnin 9½ ferð. Hetta er ein góð og skjót ruta, og tað bleiv eisini víst í gjár.
Guttorm Sørensen úr Treystinum gjørdist føroyameistari við tíðini 32,49 min., sum er hansara besta tíð á teininum í yvir tíggju ár. Hann fekk sera harða kapping frá Sam Vang úr Bragdinum. Guttorm Sørensen lá fremstur, men Sam Vang var beint í hølunum á honum allan vegin, og ikki fyrr enn teir allarsíðstu metrarnar fall avgerðin teirra millum. Sam Vang, sum rann sína bestu kapping nakrantíð, gjørdist sostatt nummar tvey við tíðini 32,52 min. Nummar trý gjørdist Sigurð B. Justinussen úr Bragdinum við tíðini 35,50 min. Jonhard Larsen og Tummas Anthoniussen úr Treystinum gjørdist ávikavist nummar nýggju og trettan.
Hjá kvinnunum gjørdist Bjørk H. Olsen úr Bragdinum føroyameistari við tíðini 43,12 min., frammanfyri Fríðunn Steinberg úr Treystinum sum gjørdist nummar tvey. Rebekka Fuglø úr Treystinum, sum er ov ung at luttaka í FM, rann teinin uppá 46,06 min.
Hjá veteranunum vann Absalon Hansen, frammanfyri Jósvein H. Olsen og Jógvan (hjá Inu) Olsen. Teir renna allir fyri Bragdið.




