Treysti vann trý FM í ½-marathon leygardagin. Guttorm Sørensen vann opna bólkin, Borgar Biskopstø vann veteranbólkin og Heðin Jóhannessen vann superveteranbólkin
Seinnapartin leygardagin skipaði Bragdið saman við FÍF fyri FM-kapping á hálva maratonteininum. Sum vanligt varð runnið á rutuni millum Cafe Natúr og tyrlupallin Yviri við Strond – 5 ferðir aftur og fram í alt.
Veðurmenninir høvdu hótt við nógvum vindi og ælingi. Tíbetur tømdi hann skýggini beint undan kappingini, og vindurin var kanska ikki so nógvur sum lovað. Men tíverri var vindurin so mikið nógvur, at ivasamt var um til bar at renna tær heilt góðu tíðirnar. Harmiligt, tí hetta var seinasta útkall hjá langteinarennarunum at kvalifisera seg til oyggjaleikirnar á Álandi í summar, og menn høvdu tosað um at hjálpa hvørjum øðrum at náa málið. Kravtíðin hjá monnunum er 1.14.28 tímar og hjá kvinnunum 1.28.09 tímar.
Men skjótt sást, at ferðin ikki var nóg høg. Sam Vang úr Bragdið fekk tíðliga trupulleikar, og Andrias Hansen úr Bragdið er enn ikki komin heilt fyri seg eftir París Maraton fyri fýra vikum síðani. Men hann royndi at hanga við Guttormi Sørensen úr Treysti og Gudmundi Joensen úr Bragdið. Eftir 10 km datt Andrias nakrar metrar afturum, og tvídysturin millum Guttorm og Gudmund byrjaði. Teir fylgdust framvegis, tá teir fóru undir teir seinastu 4 kilometrarnar, men komnir yvir til Eik, setti Guttorm ferð á og fór undan Gudmundi, sum ikki megnaði at svara aftur. Seinastu 3 kilometrarnar rann Guttorm einsamallur, og kom á mál við tíðini 1.17.08 tímar, og gjørdist sostatt enn einaferð føroyameistari í ½-marathon. Nakað aftanfyri kom Gudmundur á mál við tíðini 1.17.34. Andrias á 3.plássið kom á mál við tíðini 1.17.46. Sam Vang gjørdist nr. 4 við tíðini 1.19.38. Hinir úr Treysti Jan Elmar Sørensen gjørdist nr. 7 við 1.22.15, Jóhan Havn nr. 8 við 1.23.26, Borgar Biskopstø nr. 9 við 1.23.59, Jonhard Larsen nr. 10 við 1.28.52, Heðin Jóhannessen nr. 11 við 1.29.17, Pól Sundskarð nr. 15 við 1.34.24 og Regin Jóanesarson nr. 31 við 2.14.45.
Í fráveru av okkara sterku kvinnuligu rennarum, var greitt, at møguleiki var hjá Árnu Helmsdal úr Bragdið at endurvinna FM-heitið frá í fjør. Og tað var eisini hon, sum lá einsamøll á odda fyrra helmingin av kappingini. Men so kom grús í maskinaríið hjá Árnu. Fyrst kom Borgny Mohr Nielsen úr Bragdið upp og fylgdist við henni eina løtu, áðrenn hon stakk av, og seinni kom eisini Ann Thomsen úr Bragdið upp og rann framvið henni. Tað var sostatt Borgny Mohr Nielsen, sum gjørdist kvinnuligur føroyameistari í hálvum maraton við tíðini 1.43.06. Borgny gjørdist nr. 3 í flaggdagsrenningini, men er annars eitt nýtt blað innan kvinnurenning. Ann Thomsen fekk silvur við 1.43.52, meðan Árna Helmsdal fekk bronsu við 1.46.44. Helga Súsanna Johansen úr Treysti mátti taka til takkar við 4.plássið við tíðini 1.46.52 bert 8 sekund aftanfyri Árnu. Ingrid Patursson úr Bragdið vann sum einasti luttakari gull hjá kvinnuligu veteranunum.
Veterankappingina hjá monnum vann Borgar Biskopstø, hóast hann so at siga allan vegin drógst við pínu í mjødnini. Endurrisni Hjalti Gunnarstein úr Bragdið lá nr. 2 út á 8 km, men mátti tá gevast vegna skaða. Ístaðin var tað Jógvan Thomsen úr Bragdið, sum streyk avstað við silvurinum, meðan Pól Sundskarð úr Treysti gjørdist nr. 3.
Kappingin hjá superveteranunum bleiv ein spennandi uppgerð millum garvaða 60-ára gamla Óla Olsen úr Bragdið og nýggja stjørnuskotið hjá Treysti, 56 ára gamla Heðin Jóhannessen. Hesir báðir fylgdust so at siga allan vegin, men at enda vóru tað tey yngru beinini hjá Heðini, sum vóru kvikari enn beinini Óla. Nr.3 gjørdist Regin Jóannesarson úr Treysti.
Heilir 45 luttakarar stóðu á startlinjuni hendan leygardagin, og er tað mesta nakrantíð til hesa FM-kappingina. Bragdið og Trygd bjóðadu ein breyð- og køkubita afturvið einum kaffimunni aftaná. Eitt gott tiltak, tí tað er sera hugnaligt og umráðandi, at rennarar eisini kunnu hittast eftir kapping.




