Guttorm Sørensen úr Treystinum vann leygardagin ársins fyrstu rennikapping.
Leygardagin á middegi skipaði Roysnið fyri ½-marathon renning í Eysturoynni. Byrjað bleiv á vegnum til Funningsbotn og bleiv runnið út eftir Skálafjørðinum til Toftir, har sum málið var á keiøkinum. Líkindini at renna leygardagin vóru ikki av teimum bestu. Eftir at rennararnir høvdu havt nakað av undanvindi oman í Skálabotn, so var mótvindur stórt sæð restina av teininum og okkurt ælið eisini. 22 menn og ein kvinna luttóku. Fýra rennarar løgdu seg á odda beinanvegin. Teir vóru Sam Vang, Sigurð Justinussen og Regin Zachariassen úr Bragdinum og Guttorm Sørensen úr Treystinum. Teir fylgdust til 7 km tá Sam og Guttorm sluppu leysir. Teir báðir fylgdust so til Skipanes, tá Guttorm slapp leysur frá Sam og helt hann hesa leiðslu á mál. Vinnaratíðin hjá Guttormi var 1 tími 21,53 min. meðan Sam á øðrum plássið fekk tíðina 1 tími 23,12 min. og Sigurð á triðja plássi fekk tíðina 1 tími 23,18 min. Hjá veteranum gjørdist Regin Zachariassen vinnari við tíðini 1 tími 24,13 min. Pól Sundskarð úr Treystinum gjørdist nummar fýra hjá veterenunum við tíðini 1 tími 37,50 min. Einasta kvinnan, Kristina Samuelsen, brúkti 2 tímar 00,46 min. um teir 21,1 kilometrarnar.
Næsta rennikapping verður í Hvalvík/Streymnesi leygardagin 13. januar tá 2. umfar av vetrarkappingini verður avgreitt.




