Í gjárkvøldið skipaði Roysnið fyri rennikapping í sambandi við bygdastevnuna, sum er á Skála um vikuskiftið.
Startur og mál vóru við Føroya Sparikassa. Runnið bleiv í ymiskum bólkum, sum vit kenna frá Grand Prix kappingunum, tvs. gentur og dreingir 7, -10, -13 & -17, kvinnur og menn og veteranar. Tey vaksnu, børn 17 og børn 13 runnu frá Sparikassanum og niðan brekkuna niðan á landsvegin og inn til fóðurgoymsluna hjá P/F Hera Thomsen, har snara bleiv oman á gamla bygdavegin og so útaftur til Sparikassan har málið var. Børnini runnu eitt umfar, sum er umleið 3,3 km , meðan tey vaksnu runnu tvey umfør umleið 6,6 km. Tey yngru børnini runnu frá Sparikassanum og inneftir har tey snaraðu um eina keylu og útaftur á mál við Sparikassan. Líkindini at renna vóru góð, hóast eitt lot var norðaneftir, tí sólin skein alla tíðina meðan kappingin fór fram. Luttøkan til kappingina var stór, tí hetta var fyrstu ferð, at skipað verður fyri rennikapping í samband við bygdastevnuna har, og vóru tað tilsamans heili 84 luttakarir ið gjøgnumførdu.
Kláraðu seg væl
Úr Treystinum vóru fýra luttakarir við, og kláraðu teir seg allir væl. Hjá monnunum gjørdist Jonhard Larsen úr Treystinum, nummar tvey í tíðini 25,07 min, aftanfyri Sam Vang úr Bragdinum, sum vann í tíðini 24,56 min, meðan Sigurð B. Justinussen úr Bragdinum gjørdist nummar trý í tíðini 25,55 min. Hjá dreingir 17 var Álvur F. Christiansen úr Treystinum við, og gjørdist hann eisini nummar tvey í tíðini 12,52 min, aftanfyri Jóan Karl Joensen úr Bragdinum, ið gjørdist vinnari í tíðini 12,38 min. Nummar trý gjørdist Daniel D. Rein úr Vestmanna, sum brúkti 13,18 min um teinin. Hjá dreingjum 13 var Jan Elmar Sørensen úr Treystinum við, og gjørdist hann tryggur vinnari í tíðini 13,45 min, frammanfyri Ólavur Mikkelsen av Strondum og Hákun Hansen úr Nólsoy, íð brúktu ávikavist 16,35 min og 16,40 min um teinin. Hjá dreingjum 7 luttók Beinir Johannesen úr Treystinum og gjørdist hann eisini nummar tvey í tíðini 2,09 min, aftanfyri Betuel Hansen úr Roysnið, sum vann í tíðini 2,04 min, meðan Ari Olsen av Strondum gjørdist nummar trý í tíðini 2,16 min. Sostatt fingu teir fýra luttakarnir úr Treystinum eitt gull og trý silvurheiðursmerkir.




