Tað vóru stak vánalig rennilíkindir tá Treysti skipaði fyri 4. umfari av VetrarKappingini í Hvannasundi.
Tað var nokkso fitt av vindi sunnaneftir og nógv regn. Tað var tó minni vindur enn tað var á “Stovugólvinum” fyri fjúrtan døgum síðani. Vindurin hevði við sær, at tað var høg flóð og í onkrum stað eftir Fjøruvegnum fløddi yvir á rutuni og so mátti vassast nøkur fet á onkrum umfari.
Tey vaksnu runnu 10 km og børnini 4 km á einum góðum rundteini á 1.030 metrar. Málið var við Gamla Skúla, har eisini var møguleiki at skifta. Hóast baldrut veður, so komu allir umleið 20 luttakararnir á mál í øllum góðum, við minnum um ein rennitúr, sum seint verður gloymdur.
Úrslitið bleiv, at hjá gentunum gjørdist Rebekka Fuglø úr Treystinum vinnari við 18,03 min. frammanfyri Moniku Biskopstø úr Treystinum og Bjørk Reynagarð Svabo úr Frælsinum. Hjá dreingjunum gjørdist Regin Joensen úr Bragdinum vinnari við tíðini 17,51 min. frammanfyri Johannes Kristensen úr Bragdinum og John Viljam Johannesen úr Treystinum.
Hjá kvinnunum gjørdist nýkosni DM-vinnarin Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum vinnari við tíðini 42,49 min. frammanfyri Fríðunn Steinberg og Karin K. Petersen úr Treystinum. Bjørk gjørdist samstundis vinnari hjá kvinnuunglingum.
Hjá monnunum gjørdist Guttorm Sørensen úr Treystinum vinnari við tíðini 38,26 min. frammanfyri Borgar Biskopstø úr Treystinum, Andrias Hansen úr Bragdinum og Jan Elmar Sørensen úr Treystinum, sum gjørdist vinnari hjá mansunglingum.
Eftir at øll vóru komin á mál, var heitt kakao og bollar til rennarar, áskoðarar og hjálparfólk at fáa í Gamla Skúla. Eftir at øll høvdu fingið kakao og bollar blivu heiðursmerkir, sum vóru latin av KBI Sp/f, latin nummar eitt, tvey og trý í teimum ymsu bólkunum.
Undan fimta og seinasta umfari í VetrarKappingini 2007/2008, sum verður í Runavík leygardagin 29. mars, er Guttorm Sørensen á odda í opna bólkinum hjá monnum og Bjørk Herup Olsen á odda í opna bólkinum hjá kvinnum.
Í seinasta umfari fara tey vaksnu at renna 10 km og børnini 5 km.




