Sportmaster í Klaksvík hevur gjørt avtalu við tveir ungar rennarar hjá Treystinum.
Tað eru Jan Elmar Sørensen og Rebekka Fuglø úr Treystinum, sum hava gjørt avtalu við Sportmaster til og við Oyggjaleikirnar á Álandi næsta ár.
Avtalan umfatar klæðir og skógvar, í samband við renningina. Tey bæði venja í løtuni 5-6 ferðir um vikuna, og hava sett sær sum mál, at klára krøvini til Oyggjaleikirnar á Álandi næsta summar.
Jan Elmar og Rebekka eru bæði vælkend í føroyskari ungdómsrenning, og hava verið á ungdómslandsliðnum í renning í nøkur ár. Tey hava fyrr vænt annan ítrótt og runnið, men nú er tað renningin, sum verður raðfest fremst.
Jan Elmar og Rebekka eru bæði við í einum serligum talentbólki hjá FÍF, har Hallur Holm er samskipari. Hesin talentbólkur setir serligar treytir og krøv til tey, sum eru við í bólkinum. Hesin talentbólkur ferð í summar til Stockholm at luttaka í DN Galan Youth, sum er ein rættiliga sterk kapping í frælsum ítrótti, har íðkarar úr fleiri londum eru við.
Venjari hjá Jan Elmar og Rebekku er Guttorm Sørensen, sum er eitt vælkent navn innan føroyska renning.
-Tað er flott av Sportmaster at stuðla við klæðum og skóm til hesar báðar ungu rennararnar, sum hava sett sær sum mál, at klára krøvini til OyL næsta summar, heldur Guttorm Sørensen.
– Tað er gott at vit í Treystinum hava ungar íðkarar, sum seta sær tílík mál og longu nú hava raðfest renningina, sum teirra fremstu ítrótt. Vónandi fer tað at stimbra øðrum ungum at raðfesta frælsan ítrótt, sum teirra fremstu ítróttargrein, sigur Guttorm Sørensen.
– Vit í Sportmaster eru sera fegin um avtaluna og glað fyri at kunna stuðla teimum, tí tey eru rættiliga seriøs, og hava nú í nøkur ár verið frammarliga í renning og vunnið hópin av kappingum, sigur Hans Pauli Jacobsen frá Sportmaster.




