Leygardagin varð 2.umfar av TF-vetrarkappingini avgreitt í Klaksvík. Veðrið var av tí besta, men undirlagið var ikki tað ein rennari er vanur við, tí tað var kavi. Hetta gjørdi kanska eisini sítt til, at úrslitið bleiv so nógv ørvísi enn tá í 1. umfar bleiv avgreitt fyri trimum vikum síðani.
Startskotið bleiv latið av kl. 13.00 uttanfyri Tryggingarfelagið Føroyar og byrjaðu allir bólkar í senn. Rutan gekk niðan eftir Uppsalagøtu, Fosságøtu, norður eftir Vágsheygagøtu og oman gjøgnum Kirkjubrekkuna. Ein teinur uppá 785m. Gentur og dreingir skuldu renna 4 umfør, meðan hinir bólkarnir skuldu renna 10 umfør.
Longu fyrstu ferð rennarnir komu fram við málinum, hevði Hallur Holm úr Bragdinum lagt seg á odda, og var hann einar 30 metrar frammanfyri teir næstu, sum vóru Guttorm Sørensen, Jonhard Larsen, John Havn úr Treystinum og Sam Vang og Jóan Karl Joensen úr Bragdinum. Aðru ferð teir komu fram við málinum, hevði Hallur Holm økt munin enn meira, og Guttorm Sørensen var eisini leysur frá hinum. Sam Vang var á triðja plássi, men hinir vóru væl við eisini. Tá tað var hálvrunnið var Hallur Holm eini 20 sekund frammanfyri Guttorm Sørensen, sum eisini var eini 20 sekund frammanfyri teir næstu, sum nú vóru Jonhard Larsen, Jóan Karl Joensen og John Havn. Sam Vang var dragnaður heilt aftur á áttanda pláss. Fyrsta og annað plássi vóru tá avgjørd, men spennandi bleiv við triðja plássinum. Á nýggjunda umfari mátti John Havn tíverri gevast, tí hann fekk trupulleikar við maganum. Endin bleiv at Hallur Holm gjørdist tryggur vinnari, frammanfyri Guttorm Sørensen, meðan ungi kollfirðingurin Jóan Karl Joensen megnaði at vinna á Jonhardi Larsen og harvið tryggja sær triðja plássið. Sam Vang, sum vann 1. umfar av TF-vetrarkappingini, rann seg frammaftur og endaði á fimta plássi. Úr Treystinum gjørdst Borgar Biskopstø nummar 8, Tummas Joensen nummar 10, Pól Sundsskarð nummar 11 og Petur Vitalis, sum var við fyri fyrstu ferð, gjørdist nummar 13. Sigrid Sivertsen úr Treystinum gjørdist vinnari hjá kvinnum og kvinnuunglingum. Jóan Karl Joensen gjørdist vinnari hjá mannsunglingum. Jan Elmar Sørensen úr Treystinum gjørdist vinnari hjá dreingjum. Bjørk H. Olsen úr Bragdinum gjørdist vinnari hjá gentum, meðan Rebekka Fuglø úr Treystinum gjørdist nummar 2 í harðari kapping við Rannvu Djurholm úr Bragdinum. Hjá veteranum gjørdist Jósvein H. Olsen úr Bragdinum vinnari, frammanfyri Tummas Joensen og Pól Sundsskarð úr Treystinum. 3. umfar av TF-vetrarkappingini verður í Havn tann 11. desember.




