Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: TF-vetrarkappingin: Tryggur sigur til Símun Joensen

John William Joensen

Símun Joensen vann tryggan sigur í 2. umfari av TF-vetrarkappingin, sum var í Klaksvík leygardagin.

Símun Joensen úr Treystinum vann í tíðini 27,19 min. fyri teir 7,85km, sum vóru 10 umfør frá Tryggingini í Kirkjubrekkuni, niðan eftir Uppsalagøtu, Fosságøtu, norð eftir Vágsheygagøtu og oman gjøgnum Kirkjubrekkuna. Símun legði sera hart út og økti um leiðsluna heilt á mál. Næsti maður á mál gjørdist Sigurd B. Justinussen úr Bragdinum við tíðini 28,46 min. meðan Guttorm Sørensen úr Treystinum gjørdist nummar trý við tíðini 29,19 min. Nummar fýra gjørdist Álvur F. Christiansen úr Treystinum í tíðini 30,03 min. Hann vann eisini bólkin hjá mansunglingum. Jonhard Larsen úr Treystinum gjørdist nummar sjey í tíðini 30,47 min, meðan Tummas Joensen úr Treystinum gjørdist nummar nýggju í tíðini 32,07 min. Hann gjørdist samstundis nummar tvey í bólkinum hjá veteranum, sum bleiv vunnin av Jósvein Herup Olsen úr Bragdinum í tíðini 31,44 min.

Hjá kvinnunum gjørdist Susan Jacobsen úr Treystinum vinnari í tíðini 38,26 min. og hjá gentunum sum runnu 3,14 km (tvs. fýra umfør) gjørdist Rebekka Fuglø úr Treystinum nummar tvey í tíðini 13,03 min. Vinnari gjørdist Bjørk Herup Olsen í tíðini 12,24 min. meðan Rannvá Djurholm gjørdist nummar trý í tíðini 13,04 min. Tær renna báðar fyri Bragdið.

Hjá dreingjunum, sum eins og genturnar runnu fýra umfør, gjørdist Daniel Dam vinnari frammanfyri Jan Elmar Sørensen. Sera væl runnið av Daniel, sum ikki er vanur at luttaka í tílíkum kappingum. Teir renna báðir fyri Treysti og brúktu teir ávikavist 10,39 min. og 10,50 min. um teinin. Nummar trý gjørdist tann bert 11 ára gamli Rúni Seloy úr Bragdinum í tíðini 12,02 min.

3. umfar av TF-vetrarkappingini verður 10. desember í Havn og tá renna tey vaksnu og unglingar 12 km, meðan gentur og dreingir renna 4 km.