Í gjár fóru tríggir limir úr Treystinum, saman við átta øðrum ungum rennarum úr hinum rennifeløgunum til Helsingborg í Svøríki, har tey skullu taka lut í Øresundspelen, sum er um vikuskiftið.
Øresundspelen er ein sera stór kapping í frælsum ítrótti, har tað koma luttakarir úr fleiri londum. Kappingin er fyri ung og vaksin úr 10 ár og uppeftir. Kappast verður í flest øllum greinum í frælsum ítrótti, men teir føroysku luttakarnir skullu bert luttaka í renning. Tey børnini sum hava fingið møguleikan at koma við, eru tey sum hava staðið seg væl seinnu árini í kappingum sum FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya) hevur skipað fyri. Tað er eisini FÍF íð skipar fyri túrinum. Úr Treystinum eru tey trý Álvur F. Christiansen, Jan Elmar Sørensen og Rebekka Fuglø við. Álvur skal renna 300m leygardagin og 800m sunnudagin, og Jan Elmar skal renna 600m leygardagin og 80m sunnudagin, meðan Rebekka skal renna 600m leygardagin og 60m sunnudagin. Hvussu tað gongst teimum ungu føroyingunum í Svøríki kann síggjast á heimasíðuni hjá IFK Helsingborg, sum er: www.ifk.helsingborg.nu.




