Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Úrslitini frá Klaksvíks Renningin ’09

John William Joensen

Yvir 70 luttakarar vóru við í fyrstu Klaksvíks Renningini, sum Treysti skipaði fyri leygarmorgunin

Fyriskipararnir úr Treysti vóru væl nøgdir við luttøkuna, sum var í hesi fyrstu Klaksvík Renningini. Ætlanin er at hetta skal blíva til eina árliga afturvendandi rennikapping. Líkindini at renna leygarmorgunin vóru góð, hóast tað var eitt lítið til fitt lot. Turt var og sólin kagaði fram av og á.

Runnið bleiv í fleiri ymiskum bólkum, og fingu allir bólkavinnarar steyp til ognar, latið av Malltek Sp/f. Eitt, tvey og trý í øllum bólkum fingu eisini heiðursmerkir latin av Norðoya Litbúð. Intersport lat renniskógvar til skjótasta mann og kvinnu, umframt at lutakast var millum allar luttakararnr um einar renniskógvar og fýra gávukort.

Yngsti bólkurin hjá gentum og dreingjum rann umleið 250 metrar, sum var frá EIK yvir til parkeringsplássið aftanfyri skýlið, yvir aftur til Bøgøtu og so oman á mál millum Intersport og EIK. Tveir teir næstu bólkarnir runnu hendan teinin tvær ferðir, sum er góðar 500 metrar. Tveir teir elstu bólkarnir hjá børnum runnu frá EIK yvir til Tummas Thomsen, har tey snaraðu yvir til Svimjihøllina, og runnu millum Svimjihøllina og Badmintonhøllini heilt niðan til Bónus, har tey snaraðu til høgru og so aftur til høgru oman eftir Bøgøtu og á mál millum Intersport og EIK. Hesin teinurin er 1,1 km.

Tey vaksnu runnu øll samstundis. Byrjað bleiv uttanfyri EIK og runnið eftir Gerðagøtu niðan til tunnilsvegin, har snarað bleiv til høgru og runnið til Bøgøtu, har aftur bleiv snarað til høgru og runnið oman aftur til EIK. Hesin teinur skuldi rennast tvær ferðir og gevur tað 2,9 km.

Treysti var sera væl umboðað, og av teimum 16 bólkunum, var vinnarin í 14 førum úr Treysti.

Skjótasti maður varð Guttorm Sørensen og skjótasta kvinna bleiv Helga Súsanna Johansen, og vunnu tey hvør sítt par av renniskóm frá Intersport.
Vinnarar av lutakastinum blivu:
Renniskógvar: John Havn, Gávukort: Sámal Júst Ziska Dahl, Heini Gregersen, Magnus Henriksen og Tóra Norðá.

Øll úrslitini eru at finna her niðanfyri:

Gentur f. 2003 ella seinni – 250m
1 1,09 Rakul Ró Steintórsdóttir 2003 Treysti
2 1,17 Jónrið Joensen 2004 Klaksvik
3 1,20 Joan Poulsen 2004 Treysti
4 1,23 Maria Josephsen 2004 Treysti
5 1,34 Vár Norðá 2005 Klaksvik
6 1,37 Miriam Hávarsá 2005 Norðoyri
7 1,42 Vár Johannesen 2006 Klaksvik
8 1,56 Vibeka Sivertsen 2005 Norðdepli

Dreingir f. 2003 ella seinni – 250m
1 1,12 Brandur Andréson Matras 2003 Treysti
2 1,16 Ólavur Johannesen 2003 Klaksvík
3 1,20 Øssur Louisson 2003 Klaksvík
5 DNF Leivur Joensen 2005 Treysti

Gentur f. 2001-2002 – 500m
1 1,56 Oddvør Josehpsen 2001 Treysti
2 2,10 Maria Biskopstø 2002 Treysti
3 2,19 Rutt Gregersen 2001 Treysti
4 2,23 Tóra Norðá 2001 Klaksvik
5 2,28 Lena Maria Poulsen 2002 Treysti
6 2,30 Rannvá K. Hansen 2002 Treysti
7 2,34 Joan Sørensen 2001 Viðareiði
8 2,37 Elin Maria Poulsen 2002 Treysti
9 DNF Óluva A. Joensen 2002 Klaksvik

Dreingir f. 2001-2002 – 500m
1 2,00 Óli Eyðsteinsson Poulsen 2001 Treysti
2 2,10 Hans Sivertsen 2001 Norðdepli
3 2,14 Heðin Hávarsá 2001 Treysti
4 2,15 Natanael Andréson Matras 2002 Treysti

Gentur f. 1999-2000 – 500m
1 2,00 Paulina Fuglø 1999 Treysti
2 2,15 Lena Poulsen 2000 Treysti
3 2,16 Martha Josephsen 1999 Treysti
4 2,17 Sólvá Hansen 2000 Treysti
5 2,26 Kamilla G. Sørensen 2000 Treysti
6 2,49 Rósa Miðalberg 1999 Treysti

Dreingir f. 1999-2000 – 500m
1 1,54 Fríði Magnussen 2000 Bragdið
2 1,58 Andrias á Marknagili 1999 Treysti
3 1,59 Tóri Ziska Dahl 2000 Treysti
4 2,26 Høgni Louisson 2000 Klaksvík
5 2,27 Ísak Tróndheim 2000 Klaksvík
6 DNF Gunnar Sivertsen 1999 Norðdepli

Dreingir f 1997-1998 – 1,1 km
1 4,07 Regin Jensen 1998 Treysti
2 4,12 Julian Gregersen 1998 Treysti
3 4,20 Beinir Johannesen 1997 Treysti

Gentur f. 1993-1996 – 1,1 km
1 3,45 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2 5,32 Karla Matras 1994 Klaksvik

Dreingir f. 1993-1996 – 1,1 km
1 3,55 Heðin Gregersen 1996 Treysti
2 4,01 Einar Gregersen 1995 Treysti
3 4,12 John Viljam Johannesen 1995 Treysti
4 4,27 Rógvi Jacobsen 1995 Klaksvik

Kvinnur f. 1964-1992 – 2,9 km
1 12,14 Helga Súsanna Johansen 1981 Treysti
2 13,57 Annika K. Joensen 1978 Søldarfjørður
3 15,18 Jorie Josephsen 1971 Treysti
4 15,39 Eileen Matras 1971 Treysti
5 15,40 Heidi Gregersen 1965 Treysti
6 15,54 Ingun G. Sørensen 1971 Treysti
7 16,20 Jórun Mørkøre 1970 Treysti
8 19,04 Vilbjørg Johannesen 1992 Treysti

Menn f. 1964-1992 – 2,9 km
1 09,48 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
2 10,54 John Havn 1975 Treysti
3 10,59 Heini Gregersen 1964 Treysti
4 11,24 Jan Petersen 1972 Treysti
5 12,57 Jógvan Jóhan Lorenzen 1980 Treysti
6 15,29 Albin Johannesen 1973 Treysti
7 23,44 Símun Petur Zachariassen 1967 Klaksvik

Kvinnur Veteranar f. 1954-1963 – 2,9 km
1 24,46 Gertrud Justinussen 1958 Árnafjørður

Menn Veteranar f. 1954-1963 – 2,9 km
1 12,31 Hallur Biskopstø 1960 Treysti
2 13,37 Esmar Johannesen 1963 Klaksvik
3 18,10 Magnus Henriksen 1954 Treysti

Kvinnur Superveteranar f. 1953 ella fyrr – 2,9 km
1 17,43 Henny Gerðalíð 1952 Treysti
2 26,59 Sonja Eysturdal 1940 Treysti
3 27,00 Martha Poulsen 1949 Treysti

Menn Superveteranar f. 1953 ella fyrr – 2,9 km
1 12,15 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
2 12,22 Steindor Hjaltalin 1949 Bragdið
3 18,34 Sámal Júst Ziska Dahl 1934 Treysti

Treysti vil gjarna nýta høvið at takka stuðlunum, sum til hesa renningina vóru: Intersport, Malltek, Norðoya Litbúð, Føroya Bjór og Kjølbro Heilsøla.