Umframt nýggja matarskrá verður gallarí í móttøkuni har Livar Nysted sýnir fram
Tað eru teirbáðir kokkurin og bakarin, Andras Jacobsen og Símun E. Vágsá, sum hava gjørt avtalu við Jóannes Brandal um leigu av matstovuni.
Resturant Hereford hevur opið hvønn dag í vikuni frá kl. 18 til kl. 24. (tó steingir køkurin klokkan 22).
Í samband við at latið verður upp í morgin er ætlanin at hava okkurt serligt upplatingartilboð.
Telefonin á Hereford tlf 456434 svarar longu nú – skulu vit heilsað og siga – so tað er bara at ringja og bíleggja borð




