12 havnamenn høvdu herfyri avgjørt at gera nógv burtur úr at vinmaður teirra skuldi giftast.
Teir gjørdu ikki matari enn at kidnappa komandi gommin og saman við honum fóru teir oman í Vágsbotn har teir høvdu lasta nakrar sokallaðar vatnscootarar við øli frá Restorff.
Síðani gekk leiðin til Nólsoyar har ætlanin var at skálað fyri brúðgomminum, men nipnir gjørdust mennirnir tá teir fóru niður í lastarúmini eftir Mungátinum og Varginum.
Tær lógu nevnuliga í knúsi og tí bleiv eingin fest í Nólsoy á hesum sinnið.
Niðurstøðan av øllum hesum man tí verða at Restorff øl og vatnscootarar ikki hóska saman.




