Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Reyðfiskurin á Borðoyarvík livir av hvítingsbróðuri í løtuni

Oliver Joensen

Regin Samuelsen var út fyri eini serstakari hending á seiðabergi í gjárkvøldið (mikukvøldið). Regin hevði leitað sær tráðuna fram og fór út á Kráartanga, heimanfyri støðina hjá  Sjónámi við Bátahylin á Borðoyarvík.

Regin ætlaði sær nakrar seiðir, men so eigasørt. Tó, hann fekk nóg mikið av reyðfiski ella bergyltum, til sín sjálvs.

Komin til hús og fór at kryvja, gjørdist hann ovfarin. Magin á reyðfiskunum var fullur av smáum hvítingsbrøðrum.

“Hetta havi eg ongantíð áður upplivað”, segði Regin Samuelsen við Norðlýsið. “Eg havi gingið á seiðaberg har um leiðir alla mína tíð, og eg havi ongantíð áður varnast hvítingsbróður í maganum á   reyðfiski, sum eg havi fingið á seiðabergi. Hartil skal eg siga, at eg næstan altíð hyggi í magarnar at vita, havt fiskurin hevur etið”.

Havstovan vísti áhuga

Norðlýsið helt eisini at hetta var áhugavert, eisini tí, at sjóneykan hevur verið sett á dálking av føroysku firðunum í samband við alingina. Sum kunnugt er eisini nógv aling á Borðoyarvík. Hóast tað kostar í dálking, at vit hava vinnuligan aktivitet á Borðoyarvík, so er framvegis ríkt fugla og fiskalív á Víkini.

Hvítingsbróður

Regin Samuelsen vildi gjarna vita hvat tað var fyri slag av fiski, sum hann hevði funnið í maganum á reyðfiskinum, so hann hevði spurt seg fyri ymsastaðni og hevði fingið ymisk svar, tí kom hann eisini niðan á Norðlýsið at spyrja.

Vit sendu eina mynd tikin við telefonini til Petur Steingrund, biolog á Havstovuni. Petur vendið aftur og segði okkum, at myndirnar vóru ikki nóg góðar til hann kundi siga nakað við vissu. Tí tóku vit nýggjar myndir við professionellum kamera og tá bar betur til.

Í telduposti sigur Petur Steingrund soleiðis:

“Tann niðasti og næstniðasti fiskurin eru heilt víst hvítingsbróðir. Hinir líkjast sera nógv, so eg haldi, at allir eru hvítingsbrøður.

Áhugavert, at teir eru so nær landi.

Tað hevði verið áhugavert at vita, um hetta fyribrigdið er vanligt ella ikki og hvussu tað var fyrr í tíðini.”

Í dag fingu vit Regin at koma ein túr niðan á Borðoyarvík at vísa okkum hvar hann stóð og fiskaði reyðfiskin í gjárkvøldið. Takk skal hann hava fyri tað-