Reyði Krossur vil basa einsemi og sosialari avbyrging millum eldri og tilflytarar. Tiltak verður í Spaniastovu týsdagin 27. apríl, har til ber at frætta nærri. Reyði Krossur heitir á fólk um at gerast vitjanarvinir og familjuvinir.
Reyði Krossur veit frá sínum virksemi at einsemi rakar fleiri fólk. Nógv gransking er um einsemi og hvussu tað ávirkar lívsgóðskuna negativt. Korona farsóttin hevur gjørt at einsemi hevur aldrin verið so viðkomandi sum nú, tí at fólk hava verið so nógv sosialt avbyrgd. Føroysk gransking vísur á at einsemi millum eldri borgarar er trífaldað seinasta árið.
Tí vil Reyði Krossur basa einseminum og sosialu avbyrgingini. Hetta gera vit millum annað við vitjanartænastu og fyri tilflytarar er tað familjuvinir, sigur Bjørk Wiggins verkætlanarstarvsfólk hjá Reyða krossi.
Tað kann verða gott at fáa ein vitjunarvin, áðrenn ein kemur í støðuna at kenna einsemi, tí vit vita frá gransking at einsemi kann elva til demens og versna um kropsliga og sálarliga heilsu, sigur Bjørk.
Tiltøk kring landið
Reyði krossur skipar fyri seks spennandi tiltøkum við áhugaverdum framløgum, persónligum søgum og livandi tónleiki kring landið í døgunum 27. apríl til 6. mai. Fyrsta tiltakið verður í Spaniastovu týskvøldi 27. apríl kl. 19.00, upplýsir Bjørk Wiggins.
Tiltakið er til fólk, ið kenna til einsemi og eisini starvsfólk og avvarandi, ið kanska halda at teirra familjulimir eru fyri einsemi. Umframt eisini tey, sum hava áhuga í at gerast vitjunarvinir ella familjuvinir. Til tiltøkini er møguleiki at hitta sjálvbodnar vitjanarvinir, tilflytarar og Reyða Kross, sigur Bjørk.
Stórur tørvur á vitjanarvinum í Norðoyggjum
Tað eru 14 vitjanarvinir og tveir samskiparar í Klaksvík. Vitjað verður í privatum heimum, bústovnum og røktarheiminum. Vitjanirnar eru ein til tveir tímar um vikuna. Tað eru fólk eldri enn 65 ár, sum serliga ynskja at fáa vitjan. Allir vitjanarvinir eru virknir og brúk er fyri fleiri, upplýsir Maria Olsen samskipari fyri vitjunartænastuna hjá Reyða krossi í Norðoyggjum.
Eitt dømi er um ein maka, ið ynskir at sleppa ein gongutúr meðan vitjanarvinurin er heima hjá hinum makanum, sum kanska ikki fær gingið túrar, sigur Maria.
Mannagongdin er at visitator á Norðoya Bú og Heimatænastu setur seg í samband við Reyða Kross í Klaksvík. Avvarandi eru eisini vælkomin at ringja og boða frá, upplýsir Maria.
Av og á møtast allir vitjanarvinir og samskiparar til hugnaløtur fyri at vita hvussu vitjanarvinirnir uppliva tað at vera vitjanarvinur. Hetta eru góðar løtur, har hvør einstakur vitjanarvinur fær greitt frá um sínar upplivingar. Hetta er postivit fyri allar partar, sigur Maria Olsen
Maria Olsen og Gerda Absalonsen eru samskiparar hjá Reyða krossi fyri vitjunartænastuna í Norðoyggjum. Til ber at seta seg í samband við tær á tlf. 282171 og 215174/455174
Familjuvinir nýtt tilboð
Ein spurnarkanning varð gjørd millum tilflytarar fyrr í ár. Tey sum kenna seg væl og føla seg væl eru tey sum hava fingið arbeiði og skilja málið og mentan. Og hava fingið føroyskar vinir. Tí er familjuvinir so týdningarmikið, sigur Bjørk Wiggins.
Skipanin virkar soleiðis at tilflytarin ella tilflytarafamiljan fær ein familjuvin, sum tey hittast við einaferð um vikuna ella aðruhvørja viku. Til ber at venja mál saman, læra um føroyska mentan og fara á útferðir saman. Við hesi netverkan vil persónurin lættari gerast partur av nærumhvørvinum og samfelagnum, sigur Bjørk.
Familjuvinir er eitt spildurnýtt tiltak og vit heita á fólk um at tekna seg hjá Reyða Krossi. Tað er bara at seta seg í samband við seg á tlf. 286637, sigur Bjørk Wiggins við Norðlýsið at enda.




