Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Reyði Krossur savnar pening

og mynd: Dávur Winther

Í dag ganga fólk úr øllum landinum og banka á dyrnar við eini bússu í hondini – hetta fyri at savna inn pening til Reyði Kross.

Per Jacobsen samskipar savningina í Norðoyggjum. Tey møttu øll upp kl. 9 í mogrum á Amarant, har tey fingu ein góðan kaffimunn, og so vórðu ruturnar skipaðar til tey ymsu fólkini at ganga.

Telur tú Kalsoynna, Kunoy og Árnafjørð við – umframt Klaksvík, so er talan um heilar 36 innsavnarar. Afturat tí hevur Hvannasund og Viðareiði fingið hvør sínar tvær bússur.

Eftir ætlan er innsavningin liðug um trý-tíðina í dag. Tað verður latið væl at, at tað er hugaligt at savna pening inn, fólk eru blíð og taka væl niður í lumman. Eisini bjóðar onkur bjóðar ein kaffimunn ella okkurt søtt undir tonna.

Soleiðis sá tað út í 2018