Umleið tvey ár eru gingin síðani neistin kveiktist um at skapa ein depil á botni á Borðoyarvík, har frítíðarkavarar kundu hava eitt spennandi umhvørvi at kava niður á.
Norðlýsið, Mekanor, JT-kaving og Faroe Dive søktu í byrjanini Umhvørvisstovuna um loyvi at søkkja fýra skip á einum øki, sum staðkendir kavarar hildu vera sera væl hóskandi til endamálið. Tað vísti seg tó skjótt, at hetta var ikki bara sum at siga tað, tí lógin forðaði fyri at skip blivu søkt. Men tó var eitt lítið glopp í lógini, sum Umhvørvisstovan vildi royna fyri okkum. Tó var stórt skrivligt arbeiði at gera, millum annað skuldi kannast í Danmark hvussu gjørt var har, tá teir søktu eina ferju til kavingarendamál. Harafturat skuldu fleir í Føroyum hoyrast um ætlanina, millum teirra Landsverk, Klaksvíkar Kommuna, Bakkafrost og onnur. Tað endaði so við, at vit fingu eitt royndarloyvi til at søkkja eitt skip.
Hetta var hildið at vera spell, tí hetta skerdi ætlanina nógv. Men vit valdu so at toyna. Valið fall á Reynsmúla. Kjartan Hansen frá Mekanor hevur so reinsa skipið fyri alt sum kann skaða náttúruna og Umhvørvisstovan hevur ikki havt nakrar viðmerkingar til arbeiðið við skipinum, ið gjørt er. Kanska hava vit verið nóg so ídnir og ansnir at halda okkum innan fyri rammurnar, tá skipið hevur verið reinsað. Men tá hetta er fyrsta royndin í Føroyum, so vildu vit halda okkum langt innanfyri øll mørk eftir okkara meti.
Nú bleiv so Reynsmúli endaliga søktur einar 100 metrar út fyri keiini á Norðoyri. Eigarin, Jógvan Olsen, stóð fyri sleipinum við Sigurdfara, sum hann eisini eigur og á Borðoyarvík lá JT-kaving , Jan og Brian, fyri teimum við einum alibáti frá Bakkafrost. Alt gekk væl sum sæst á videonum niðanfyri.
Í gjár, hósdagin gjørdi kendi føroyski kavarin Ingi Sørensen eina roynd at kava niður á Reyðsmúla við fototóli. Ingi hevur fylgt við málinum í longri tíð, og hevði bara gott at bera projektinum.
Reynsmúli verður søktur from Norðlýsið on Vimeo.




