Ráðið fyri Ferðslutrygd kunnar nú føroyingar um smáu mistøkini, sum kunnu hava álvarsligar avleiðingar.
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur lagt út nýggjan film, sum kunnar um børn í aldrinum 4-10 ár, sum eru í bili. Nýggi filmurin vísur, at sjálvt tey heilt smáu mistøkini, tá børn verða íbundin á bilpútu, kunnu hava álvarsligar avleiðingar.
Á vangamyndini hjá RFF á facebook siga tey, at børn skulu sita á bilpútu, tá barnastólurin er vorðin ov lítil, og líka til tey eru í minsta lagi 135 cm. Tá eru flestu børn umleið 10 ár.
Tú kanst síggja nýggja filmin her: https://vimeo.com/114332187




