Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

RFF og Trygd: Vel røttu síðuna

Ráðið fyri Ferðslutrygd

’Vel røttu síðuna’ er átak um ferð, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd skipa fyri í tíðarskeiðnum 20. mai – 2. juni 2013.

’Vel røttu síðuna’ er átak um ferð, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd skipa fyri í tíðarskeiðnum 20. mai – 2. juni 2013.

Endamál við átaki

Ov nógv ferð er tann orsøkin, sum oftast gongur aftur í ferðsluvanlukkum, har onkur doyr. Yvirskipaða málið við átakinum er at minka talið av deyðum og álvarsliga skaddum í ferðsluni. Málið er samstundis, at vaksandi partur av føroyingum halda hámarksferðina og gerast tilvitaðir um vandan í at koyra ov skjótt. Harumframt at tað ikki verður góðtikið millum manna at koyra ov skjótt.

Nýggj gallupkanning: 60% siga seg vanliga bróta hámarksferðina

Tó at ferð 10 km/t omanfyri hámarksferðina kunnu fáa stórar avleiðingar, koyra heilt nógvir føroyingar ov skjótt. Í nýggjari gallupkanning frá april 2013, ið Ráðið hevur latið gjørt, er greitt, at 39 % av føroyingum siga seg vanliga koyra koyra 80 km/t ella lægri. 60 % siga seg koyra skjótari: 48 % siga seg vanliga koyra 90 km/t, og 12 % siga seg vanliga koyra 100 km/t. Tó at parturin, ið brýtur hámarksferðina er stórur, fegnast Ráðið um at ein ítøkiligur bati er at síggja í mun til fyri einum ári síðani, har gallupkanning vísti, at bert 32 % søgdu seg halda hámarksferðina, har 80 km/t er loyvt at koyra, meðan 66 % søgdu seg vanliga koyra skjótari.

Kvinnur heldur lóglýdnari

Kvinnur siga seg í størri mun halda hámarksferðina – 42 % kvinnur, og 36 % av monnum halda hámarksferðina. Tó koyra 49% av kvinnum 90 km/t, meðan 47 % av monnum gera tað. Tá tað kemur til at koyra 100 km/t, siga 8 % av kvinnum seg vanliga koyra 100 km/t, og 15 % av monnum.

Tey eldru koyra hóvliga

Býtt á aldur vísir kanningin, at 68 % av føroyingum 60 ár og eldri halda hámarksferðina á landsvegi. Millum tey 25-39 ára gomlu eru bert 20 %, sum siga seg vanliga halda seg á 80. Tey yngstu koyra skjótast: 20% av teim 18-24 ára gomlu og 28% av teim 25-39 ára gomlu siga seg vanliga koyra 100 km/t.

Húski við hægstu inntøkum koyra í mestan mun ov skjótt

Eins og í gallupkanningini fjør vísir seg, at bilførarar við høgum inntøkum í mestan mun bróta hámarksferðina. Av húskjum við samlaðari inntøku yvir 601.000 kr siga 29 % seg halda hámarksferðina, meðan restin sigur seg vanliga koyra skjótari. Hetta er óbroytt frá beint eftir átakinum í 2012. 38 % av húskjum við samlaðari inntøku millum 250.000 og 600.000 kr. siga seg vanliga halda hámarksferðina móti 28 % teirra í fjør, tað vil siga ein bati. Av húskjum við inntøkum undir 250.000 kr. siga 63 % seg halda hámarksferðina.

56% vilja hava hámarksferðina upp

Eisini vísir gallupkanningin, at 42 % av føroyingum halda upp í 80 km/t vera hóskandi hámarksferð á landsvegum, men at 43 % halda, at 90 km/t hevði verið hóskandi. 11 % halda 100 vera hóskandi. Hetta er á leið somu tøl sum gallupkanningin í 2012. Ferðslutrygd metir ikki, at fyrimunirnir við at seta hámarksferðina upp vigar upp móti vansunum.

Heldur frægari í fjølbygdum øki

Spurd, hvussu skjótt vit koyra á vegum við hámarksferð á 50 km/t, er støðan heldur frægari. Her siga 60 % av føroyingum seg vanliga halda hámarksferðina, sum tíverri er ein lækking úr 65 % frá apríl í fjør.

Innihald í átaki

Í átakinum verðir greitt frá, at ferðin bert skal eitt vet upp um hámarkið, til at vandin fyri at doyggja økist munandi: Koyrir tú 80 km/t og rennir frontalt á, er vandin fyri at doygga 30 %. Koyrir tú harafturímóti 90 km/t og rennir frontalt á, er vandin fyri at doyggja heili 70 %. 10 km/t kunnu vera munurin millum lív og deyða.

Átakið er sjónligt í miðlunum, og myndirnar kenna føroyingar frá átakinum í fjør. Í tveimum sjónvarpslýsingum greiða kvinna og maður frá vandanum í at koyra eitt sindur skjótari enn hámarksferðina. Lýsingar verða eisini í útvarpinum, tá mong eru ávegis til og frá arbeiði. Harumframt verða lýsingar í bløðunum, á portalum og á facebook.

Boðskapurin er at fáa bilførarar at velja røttu síðuna av hámarksferðini. Hetta er ein greiður boðskapur, sum tey flestu skilja. Í átakinum liggur høvuðsdentur á 80 km/t-vegi, tí flest vanlukkur við álvarsliga skaddum og deyðum eru á hesum vegum.

21. mai 2013

Ráðið fyri Ferðslutrygd