Mikukvøldið 27. november vitjar rithøvundurin Óli Olsen Ribarhús í Fuglafirði. Har greiðir hann frá nýggju bókini: “Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð.” Tiltakið byrjar kl. 20.00, og øll eru vælkomin.

Eysturoyggin er áhugaverd, og hetta kvøldið fer Óli Olsen serliga at leggja dent á træskipasmíð í Fuglafirði og á vestara armi á Skálafjørðinum.
Óli greiðir frá, hvussu hann hesi árini hevur ferðast kring oyggjarnar og tosað við heimildarfólk og savna inn tilfar fyri at kunna skrivað eftirfarandi heildarverk um henda týdningarmikla part í Føroya søgu.
“Siglandi mentanararvurin” nevnist høvuðspartur, ið lýsir seinastu trædeksførini – regattaskipini og spjaddu motorbátarnar, sum enn rógva út.
“Skipatekningar” og “motorbátar 1900-1940” eru eisini spennandi partar í bókini.
Rithøvundurin hugleiðir loksins stutt um, hvussu tað var at sigla úti í víðu verð við stórum skipum fyri 40 árum síðani, tá ið sekstanturin var álitið at finna millum lond.
Lagt verður upp til eitt hugnaligt kvøld, har høvi verður hjá fólki at ogna sær bókina signeraða.