Clara Waage, sum er uppvaksin í Føroyum greiðir frá at íslendingar eru farnir at keypa inn undir seg
Clara Waage, sum er uppvaksin á Selatræ, býr í Reykjavík og er pensjónistur.
– Tað er eingin ivi um at fólk eru skelkaði um tað sum hendir í Íslandi í løtuni.
– Eitt gott dømið er at fólk eru farin at keypa inn undir seg.
– Eg var hjá handilsmanninum og keypti avroð frá slaktinum og har var sagt at tey ongantíð áður høvdu upplivað slíkan eftirspurning eftir avroðum.
– Ein vinkona ringdi til mín at spyrja um hvussu man gjørdi avroðini til, tí tað vóru so nógv ár síðani at hon hevði rokast við slíkt. Hon hevði keypt heili 15 stykkir.
– Eini avroð kosta 4.900 íslendskar krónur og tá eru tey vaskaði, seymaði og skorðin niður.
Fólk noydd at spara
Clara, sum sjálv var handilskvinna í mong ár, sigur at nú eru fólk sera umhugsin hvussu tey brúka pening.
– Vøran í handlunum er longu dýrka nógv, men hóast tað er vorið dýrt hjá okkum at keypa í handlunum so er viknaða íslendska krónan orsøk til at útlendingar nú kunnu gerða kvettið.
– Eg havi frætt at fleiri føroyingar ætlað sær til íslands at keypa inn til jóla tí leikur, klæði og aðrar brúksvørur eru sera bíligar um tú kemur við útlendskum pengum.
– Um tú tekur klædnavørur so eru vit íslendingar kendir fyri at eiga nógv og dýr merkir – men nú er hendan vøran eisini vorðin sera bílig fyri útlendingar at keypa.
– Eitt blað skrivar at eitt útlendskt par hevði keypt sær flogferðaseðil til ísland bara fyri at keypa nakrar fløskur av konjaki.
Fólk eru í sjokki
Clara sigur at í løtuni er íslenska tjóðin í sjokki og fólk snakkar ikki um annað enn kreppuna.
– Nógv verður eisini tosað um hvør hevur skuldina – men eg haldið at tað er býtt at tosað um tað, tí vit hava øll luttikið í brúksfestini.
– Nú mugu vit spara – men ein sum hevur staði nógv fyri skotum er tjóðbankastjórin.
– Men fólk eru sera óð inn á teir sum hava rátt fyri borgum í stóru bankunum og fíggjarfeløgunum.
– Teir hava forvunnið sær óhugnaligar peningaupphæddir og fleiri hava eisini selt seg burtur úr fíggjarfyritøkum fyri milliarda-vinning.




