Maskinur hjá Kanjon hava grivið og umskipað lendið niðri á steinsetingini á Sandinum, har nýggja kappróðrarneystið skal standa.
Nú er stálið komið á staðið og í fyrsta umfari verða rammur og skinnarar til at seta spunsliveggnin niðurvið sett upp. Avstívandi súlur verða bankaðar niður við einum ”hamara”, ið vigar eitt tons. Sligið verður við hydraulikki frá stóru JCB-gravimaskinuni hjá Kanjon. Stóri kranabilurin hjá Búrhellu er eisini við í hesum arbeiði, at lyfta teir tungu stállutirnar út á rætta staðið.
Tað er steinsett í tveimum ymiskum hæddum, har kai-økið er í einari hædd, sum bátarnir eisini standa í neystum til endamálið, meðan sjálvt felagshúsið hjá kappróðrarfelagnum, sum er bygt uppí neystini, stendur longur inni á økinum á hægri steinseting.
Í hesi løtu verður spunslað um 80 m av kai-veggi og verður dýpið fram við frá 2 m innast við og niður á eini 3 m longur úti.
Kostnaðurin fyri hesum arbeiði: Stál-, betong-, steinsetingararbeiði og leiðingar í lendi kostar áleið 6 mió. Timbur- og EL-arbeiði við ljósmastrum er mett til áleið 3 mió.
Mett verður, at arbeiðið er liðugt út á summarið.
Sjálvan byggingin ella neystið, skal Malltek taka sær av at byggja, og hann er mettur til at kosta um 7 mió. Teir sleppa í gongd í summar, og er hetta arbeiðið ætlað at taka um eitt ár.






























