Tórshavnar Kommunu vil als ikki hoyra talan um eina kommunala útjavningarskipan, sum m.a. búskaparráðið mælir til og tí hevur kommunan nú sett krav fram um at fáa valdið á nýggja kommunufelagnum – og spurningurin er um nakar megnar at standa ímóti
Tað hevur í longri tíð verið arbeitt við at stovna nýtt kommunufelag har allar kommunurnar eru limir – ístaðin fyri tey bæði feløgini, sum í dag hýsa ávíkavist størru og smærru kommununum.
Men hóast semja var komin undir land hevur Tórshavnar Kommuna nú sett krøv til nýggja felagið, sum í veruleikanum merkja at Tórshavn, við hjálp frá einari kommunu, kann fáa alt valdið á felagsskapinum.
Sum gongdin er í løtuni er bara spurningur um tíð til 50% av føroyingum búgva í Tórshavnar Kommunu og tí er sett ein avmarking í viðtøkurnar, sum sigur at atkvøðurrætturin á aðalfundinum verður eftir fólkatalinum, tó so at ein einstøk Kommuna ikki kann hava meira enn 45% av atkvøðunum.
Men nú krevur Tórshavnar Kommuna at bert ein stýrislimur kann krevja allar avgerðir hjá stýrinum lagdar fyri aðalfundin og at aðalfundurin skal bæði velja stýrisformannin og formannin í starvsbólkinum.
Hetta merkir í veruleikanum at við stuðli frá einari kommunu fær Tórshavnar Kommuna vetorætt og kemur harvið at fáa avgerandi ávirkan á m.a. samráðingarnar við landsstýri um framtíðar kommunubygnaðin.
Umhugsað at útihýsa Havnina
Sum skilst so er stór misnøgd við krøvini hjá Tórshavnar Kommunu millum hinar kommunurnar, men eingin vil leggja rødd til.
Steinbjørn O. Jacobsen, sum er borgarstóri í Klaksvík sigur at krøvini frá Tórshavnar Kommunu koma illa við tí nú vóru samráðingarnar komnar á mál og tí er vandi fyri at alt dettur á gólvið.
– Vit hava gjørt okkara støðu greiða. Verða krøvini frá Tórshavnar Kommunu gingin á møti fær aðalfundurin alt ov stórt vald og tað kann verða sera óheppið.
Borgarstjórin hevði tó onga viðmerking til tey tíðindi sum eru farin at ganga, at fleiri kommunur nú umhugsað at stovna nýtt kommunufelag har Tórshavn verður hildin uttanfyri.
Aðrir borgarstjórar siga at spurningurin er um tað ikki hevði verið tað rætta at stovna eitt felag har Tórshavn ikki var við, tí Havnin hevur nokk í sær sjálvari. Fyri økini kring um í landinum hevur tað sera stóran týdning at útjavningarskipan verður sett á stovn, men eftir øllum at døma ynskja býráðslimir í Havn at einki hendur á hesum økinum.
– Útmeldingin hjá Tórshavnar Kommunu er einoygd, og er lítið gagnlig fyri samstarvið við hinar kommunurnar í landinum, segði ein borgarstjóri sum vildi verða ónevndur.




