Søgur eru farnar at ganga um, at ein ríkmaður hevur í umbúna at keypa fótbóltsfelagið Havnar Bóltfelag.
Lat tað verða sagt beinanvegin, at søgan framvegis er óváttað. Men sum Norðlýsið skilir, so ætlar ein harri við trivaligari bankakonto at geva eitt tilboð, sum núverandi eigararnir av HB ikki kunnu siga nei til.
Meira verður at frætta seinni, tá søgurnar annaðhvørt eru váttaðar ella avsannaðar.



