Tað er eftir hondini ein riðil av føroyskum tiltøkum í Danmark, og serliga í Keypmannahavn. Tað næsta heilt stóra tiltakið verður nú leygarkvøldið tá ið Jens Marni Band kemur niður at spæla nakrar góðar tónar.
Tað er eftir hondini ein riðil av føroyskum tiltøkum í Danmark, og serliga í Keypmannahavn. Tað næsta heilt stóra tiltakið verður nú leygarkvøldið tá ið Jens Marni Band kemur niður at spæla nakrar góðar tónar.
Fyriskipararnir vænta og vóna at nógv fólk verður til staðar hetta deiliga leygarkvøld. Várið er so smátt byrjað og tey køldu kvøldini eru ikki so køld, nú tað líður ímóti sumri. So tað skuldi verði lagamanni at spáka sær inn á Vesturbrúgv.
Fyriskipararnir lýsa tiltakið við hesum orðum á Facebook:
”Leygarkvøldið 11. apríl kl. 23 lata dyrnar upp til ársins dans í Føroyahúsinum! Jens Marni Hansen, ið er oddamaður í bólkinum, man verða størsta rockstjørna vit føroyingar eiga og kenna vit upprunaliga Jens Marna frá bólkunum Kjølum, All That Rain og Showmonnum umframt at hann hevur hitað upp fyri sjálvan rockkongin, Jon Bon Jovi.
Seinnu árini hevur hann spælt við egnum bólki, Jens Marna Band, sum – umframt Jens Marna á gittara – er mannað av Jóhannus á Rógvi Joensen á bass og Jósva Debes á trummum. Jens Marni Band leggur seg eftir at spæla gyltar klassikarar og tað nýggjasta nýggja, sum varierar millum glaðan popp og bleytan rock.
Dansurin er almennur og kostar kr. 120,00.
Atgongumerki fáast við dyrnar.”
Nærri kunning fæst eisini við at trýsta á FACEBOOK TILTAKIÐ HER




