Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

”Risar, riddarar og føgur fljóð”

Forlagið Fannir

H. N. Jacobsens bókhandil og Fróðskaparsetur Føroya skipa í døgunum 20. – 24. juli 2015 fyri altjóða kvæðaráðstevnu í Havn. Stevnan verður hildin í sambandi við, at bókahandilin í ár fyllir 150, Fróðskaparsetrið 50 ár.

Samstundis gevur forlagið FANNIR út bókina ”RISAR, RIDDARAR OG FØGUR FLJÓД.

Hetta eru samandráttir av teimum kvæðum, ið antin koma fyri í Føroyum og í einum ella fleiri Norðurlondum ella bert koma fyri í Føroyum.

Farið varð at skriva samandráttir av øllum norðurlendskum miðaldarkvæðum um 1960. Í 1978 kom verkið út á enskum “The Types of the Scandinavian Medieval Ballad” – stutt nevnt TSB.

Í upprunaverkinum er áhugavert fororð, sum Bengt R.Jonsson (1930-2008), ið saman við Svale Solheim (1903-1971) av fyrstan tíð fór undir verkið, hevur skrivað. Í hesum fororði nevnir hann millum fleiri aðrar norðurlendskar og ameriskar samstarvsfelagar Mortan Nolsøe, sum tá var knýttur at Fróðskaparsetri Føroya. Bengt R. Jonsson sigur m.a. um Mortan Nolsøe (1924-1987):

“Uttan stuðul og hollu vitan hansara um kvæðaarvin í føðioyggjum sínum, hevði næstan ikki borið til at fullgjørt TSB.”

Eisini er drúgvur inngangur, sum tey, ið vilja vita meiri, kunnu leita sær fram í upprunaútgávuni.

Í TSB eru 217 kvæði, sum eru til bæði á øðrum norðurlendskum máli og á føroyskum. Av hesum 217 eru 86 á føroyskum og á øðrum norðurlendskum máli ella málum, men 131 bert á føroyskum. Tað eru samandráttirnir av øllum hesum 217 tekstunum í TSB, sum nú verða givnir út á føroyskum.

Marianna Debes Dahl týddi. Bárður Jákupsson hevur gjørt forsíðuna.

Bókin er 135 síður. Aftast í henni eru hentir leitorðalistar.