Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ristingar í Javnaðarflokkinum

John William Joensen

Næstformaðurin í Javnaðarflokkinum og borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortensen, heldur at støðan er óheppin og hann hevur skrivað lokalfelagnum í Suðurstreymoy bræv har hann hevur sagt sína hugsan um ætlanar at koyra Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum.

Norðlýsið hevur í allan dag roynt at fingið fatur á formanninum í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Jóhannesen, men hann tekur ikki telefonina. Men fyri løtu síðan fingu vit fatur á Heðin Mortensen Borgarstjói í Tórshavnar Kommunu, sum fekk næstan 3.000 persónligar atkvøður á seinasta býráðsvalinum.

– Eg eri staddur uttanlanda og sitið ikki í løgtinginum. Tí farið eg ikki at úttala meg alment í málinum, men eg havi skrivað Suðurstreymoyar Javnaðarfelag bræv har eg sigið greitt hvat eg meini um hetta málið. Meira fært tú meg ikki at siga, sigur Heðin Mortensen úr Keypmannahavn.