sigur formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, Jákup Mikkelsen
– Eg takið fult undir við at Strandferðslan letur Rituna siglað til Svínoyar og Fugloyar, og sum eg skilji á fólki so hevur Ritan víst seg at verða sera væl egnað.
– Hon hevur tveir motorar so trygdin á farleiðini er munandi hægri, men sjálvandi skulu ávísar tillagingar gerast og til hetta eru tríggjar milliónir krónur avsettar á Fíggjarlógini.
– Tað er einkið endamál at brúka meira pening uppá Másan tí hann er ikki longur egnaður til hesa farleið.
– So er spurningurin um Ternan kundi røkt leiðina til Nólsoyar og tað er nógv sum talar fyri at hetta hevði verið ein góð loysn.




