KÍ møtir einum liði úr Litava, sum er veikari enn Zalgiris, sum KÍ møtti í fjør, um vit hyggja eftir stigatalvuni og innanhýsis dysti í gjár.
Júst Zalgiris og Riteriai, sum KÍ skal møta í Europa League hóskvøldið, møttust í landskappingardysti á LFF Stadium í gjár, har bæði liðini hava sín heimavøll. Zalgiris vann dystin 2-1 og útfrá hagtølunum var eingin ivi um, at Zalgiris var betra liðið. Í landskappingini er Zalgiris á 2. plássi og kappast við Suduva eins og í fjør. Á 3. plássi er Riteriai, sum er 12 stig aftanfyri Zalgiris við einum dysti færri.
Í fjør vann Zalgiris 2-1 móti KÍ í Føroyum, meðan dysturin í Vilnius í Litava endaði 1-1.



