Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rivers of Babylon fingu afturljóð úr Ósánni

John William Joensen

Boyney M er alt annað enn ein farin tíð. Bólkurin fekk teir umleið 3000 festival gestirnar til at svinga og syngja av lívsins kreftum.

“Daddy Cool, Rasputin, Brown Girl in the Ring, Sunny, Belfast og aðrir góðir og væl kendir slagarar rungaðu út úr hátalarunum.
At tey sum í dag mannað bólkin ikki eru tey sum sum mannaðu upprunaliga bólkin gjørdi als einki, men hevur heldur hinvegin fingið nýtt lív í gomlu sangirnar.
Sangirnir eru kendir av hvørjum mansbarnið og áhoyrarafjøldin kundi syngja við upp á hvørt einasta orð.
Klaksvíkin vildi heldur ikki sleppa bólkinum av pallinum. Tvey eyka løg komu til tónleikaanleggið bráddilga gjørdi enda á framførsluni. Men hetta gjørdi einki tí eitt virðiligt punktum var longu sett fyri ein heilt serligan dag í søgu Klaksvíkar.