Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Róaldur Jakobsen er hetjan í Tórshavn

Jákup Ósá

Stóri leikarin í dag gjørdist framúrskarandi B36 miðvallarleikarin Róaldur Jakobsen. Við tveimum málum í einari neyðstøðu, har B36 spældi við 9 leikarum móti 11 og var aftanfyri 2-1, so skoraði hann tvey dreymamál til endaligu støðuna 3-2 til B36. 

Róaldur sendi B36 í steypafinaluna samstundis sum hann sendi grannarnar úr HB úr kappingini. Talan gjørdist sostatt um ein sera minniligan dyst. Sí 3-2 málið, har Róaldur skoraði langt aftanfyri miðjuna í upptøkuni hjá KVF niðanfyri.