Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Robert og Hilmar Jan í Spaniastovu

Spaniastova

“Torra” egna skemt, skrøgg og sangir. ROBERT & HILMAR JAN siga frá, syngja og spæla í Spaniastovu leygarkvøldið 18.februar kl 22.00.

Alla hesa øldina hava Robert McBirnie og Hilmar Jan Hansen – við tilsamans yvir 95 ára royndum á palli – í felag skemtað, skrøggað, hermt, sungið og spælt fyri túsundtals føroyingum.

Nú kunnu teir so eisini upplivast á palli í Spaniastovu, har teir – bæði saman og hvør sær – borðreiða við eini breiðari viftu av sínum besta undirhaldi.

Atgongumerki kosta kr. 150 og kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og við dyrnar frá í dag, 15. februar.