Fyri júst 110 árum síðani stevndi fyrsti av fimm Smyrlum inn á Trongisvágsfjørð, segði løgmaður m.a.
Góðu føroyingar góðu suðuroyingar.
Tá ið Kristoffur Kolumbus í 1492 – fyri meira enn 500 árum síðani – við Santa Mariu og tveimum øðrum karavellum legði vestur í hav úr Palos í Suðurspania, sum er tætt við San Fernando, har hetta eiggiliga far er bygt, visti hann ikki, hvar leiðin bar. Hann helt, at við at sigla vestur í hav fór hann at finna nýggja sjóleið til India, men í staðin fann hann Amerika.
Tá Pauli Larsen, skipari og hansara manning seinasta mánadag løgdu frá landi úr næstan sama stað sum Kolumbus, vóru kósin og málið púra greið. Her var eingin óvissa um tað fremmanda. Landið var kent, og fólkið var kent, tí jomfrúferðin gekk til heimlandið Føroyar og nýggja heimstaðin Tvøroyri.
Kolumbus møtti spyrjandi indianarum, men manningin á Smyrli møtir í dag fegnum landsmonnum, sum bjóða hesum stásiliga skipi hjartaliga vælkomnum til landið.
Tí er tað eisini ein stórur heiður fyri meg sum løgmaður – sum føroyingur – sum suðuroyingur – at bjóða okkara fimta Smyrli vælkomnum til landið – vælkomnum til Suðuroynna.
Fyri júst 110 árum síðani stevndi fyrsti av fimm Smyrlum inn á Trongisvágsfjørð. Mortensensmenninir lótu hann byggja í Malmø til innanoyggjasigling. Nú tann fimti Smyril stevnir inn á sama fjør, eru tey 162 BRT’ini hjá fyrsta Smyrli vorðin til næstan 13.000 BRT, 160 HK dampmaskinan er vorðin til 18.300 HK maskinorku, og tær 70.000 kr., ið var byggikostnaðurin í 1895, eru vorðnar til á leið 270 mió. kr.
Í meira enn eina øld hava Smyrlarnir havt ein ótrúligan týdning fyri okkum suðuroyingar. Teir hava verið ein sannur partur av okkara samleika. Eins og Beinisvørð, Gjógvaráfjall, Borgarknappur, Oyrnafjall og Grímsfjall vóru ímyndir av oynni, so eru Smyrlarnir eisini vorðnir ímyndin av Suðuroynni. Hetta er okkara samband við umheimin. Smyril er okkara úthurð, og hann er okkara vegur út í heim.
Sum vera man, so hava vit suðuroyingar bæði góð og minni góð minnir um Smyrlar. Smyril merkti farvæl, tá farið var burtur í onnur lond, tí øll ferðin byrjaði jú við Smyrli. Men Smyril merkti eisini fyrsta vælafturkomin, tá komið var aftur, tí seinasti teinurin var altíð við Smyrli. Við Smyrli møttu vit heiminum uttanfyri, og við Smyrli tóku vit ímóti gestum uttanífrá. Mong skilnaðarstund var við hesar lúnningar, og mong gleðisstund var, tá vitjað varð aftur.
Slíkan dag sum henda renna nógv minnir fram. Mong okkara minnast Gamla Smyril við tí gula skorsteininum, sum hevði eina floytu, sum vit øll ræddist, vóru vit í nánd. Hesin Smyril rullaði so illa, at dúgliga varð offrað til havgudarnar á ferðini um Suðuroyarfjørð. Men mangan var eisini hugnaligt at standa á ristini uppi yvir heitu dampmaskinuni.
Men Gamli Smyril, sum forrestin stavaðist við fyrra i, var samstundis fyrsta inntøkukelda hjá mongum tvørádrongi, sum var so heppin at gerast fastur lossari hjá Otto hjá Williami. Alt fór yvir lúnningina júst sum í sanginum um Kalla Kat.
Men eg minnist eisini, tá tann Smyrilin, sum seinni fekk navnið Dúgvan, sum Tórshavnar Skipasmiðja smíðaði, kom í 1967.
Tá gamli stýrimaðurin á Smyrli, Jens á Hvítanesi, sá salongina við teimum mongu borðunum og stólunum í báðum borðum, tók hann um høvdið og spurdi, hvør í allari víðari verð skuldi sita her, tí so nógv ferðandi vóru teir ivaleyst ikki vanir við. Men her kom vend í.
Átta ár seinni varð veruliga hugsað stórt. Øll kenna vit vísuna: Ja, mín Arabo, nú er Smyril komin, sum Finnbogi og Atli hava keypt. Undir útróðrarverkfallinum í 1975, kom tann Smyril, sum nú so trúliga hevur tænt okkum í 30 ár, skúmandi inn eftir fjørðinum. Og hann var eitt veruligt frambrot. Tí frá at kunna flyta seks ella sjey bilar, sum ein og ein vórðu hivaðir umborð, so tók Smyril einar 100 bilar, sum koyrdu umborð.
Eg minnist eisini orðaskiftið, sum var á løgtingi um henda góða Mortan Mols, har nøkur tingfólk vóru sera ivasom, um tað var rætt at keypa eitt so stórt skip til innanoyggjasigling. Men so vóru tíbetur verulig framburðsfólk, sum søgdu, at jú betur ferðasambandið var, tess fleiri fólk fóru at ferðast – at Smyril var landsvegurin hjá suðuroyingum til restina av landinum. Og rætt fingu tey.
Hesin Smyril hevur so sanniliga tænt okkum væl. Hann hevur mangan brattan farið, og eg haldi, at vit skulu við vøkru orðunum hjá Mikkjali á Ryggi takka hesari stoltu skútu fyri tey 30 árini:
So sig honum tøkk og hitt síðsta farvæl,
um viðurin longur ei varar;
í Føroya fólks minni hann liva víst skal,
so leingi sum fløðir og fjarar.
Sjálvt um frambrotið ikki heilt kann samanberast við 1975, so er tó talan um eitt veruligt frambrot. Tá vit sóu henda Smyril fyri fyrstu ferð, tá hann fyri trimum vikum síðani varð doyptur í Spania, vóru allir føroysku gestirnir á einum máli um, at talan var um eitt framúr vakurt skip, har vit síggja spanskt handverk, tá tað er best, og eg veit, at hetta skip verða vit øll glað fyri og góð við.
Við morgunmatin, eftir dópin í gamla bústaðnum hjá Kolumbusi, takkaði eg sponsku skipasmiðjuni fyri valaúrslitið, hóast byggitíðin gjørdist í so drúgv.
Tí skal eisini ein tøkk veitast teimum, sum her heima hava tikið tøk í hesum sambandi. Undanfarnu samgongu, sum setti málið á dagsskrá, Løgtinginum, sum játtaði peningin, landsstýrismonnunum í vinnu- og innlendismálum, sum saman við umsitingini hava skipað fyri og loyst teir knútar, sum komu í byggingina og ikki minst Strandferðsluni, ið hevur staðið fyri verkætlanini.
Leingi er tað, ið væl skal vera. Hetta skipið var bíðitíðina vert.
Sankta Maria bar Kolumbus inn í ein nýggjan heim, og tað er mín vón, at hetta skip, bygt við sama nærlagda spanska handverki sum Sankta Maria, eisini fer at bera suðuroyingar og allar føroyingar inn í eina nýggja tíð við menning og trivnaði.
Strandferðsluni og manning ynski eg hepna hond við rakstrinum av hesum prýðiliga skipi. Má Harrin vera innanborða og føra tykkum trygt um Suðuroyarfjørð.
Takk fyri




