Røðan sum landsstýriskvinnan í m.a. Kommunumálum, Helena Dam a Neystabø, helt í samband við avdúking av standmynd í Vágstúni
Frúgvin varð leidd í høllina inn,
tá lýsa tók á ennið,
allar tær, ið inni vórum
bliknaðu tá fyri henni. (Ørindi úr Fípuni Føgru)
Á sama hátt, sum Fípan hin fagra í kvæðinum tók øll á bóli við sínum vakurleika, sínum dirvi og sínum skynsemi – tekur Fípan Fagra okkum enn einaferð á bóli, nú hon í dag verður avdúkað sum nýggja skjaldramerki Klaksvíkar.
Onkur hevur í spølni gitt, at 100 ára standmyndin hjá Klaksvíkar Býi mundi fara at hava okkurt við fiskivinnu at gera – kanska ein stórur húkur. Men so var ikki. Klaksvíkin hevur í dag fingið eitt býarportur inn í býin og út í heim, eitt býarportur, sum er bæði stórbært og vakurt og á tremur við myndevnum, søgn, søgu og visjónum.
Eina standmynd, ið roynir at seta vanligu tyngdarlógina úr gildi, og sum á tann hátt sigur frá um førleika menniskjans, og kanska serliga førleika kvinnunar, at binda saman tað, sum er skilt sundur, at sameina tað mannaskapaða og tað náttúruskapaða, at fremja tað ómøguliga, um hugflog og dirvi verður brúkt.
Eina standmynd, ið sigur ta gomlu og tíðarleysu søguna um, hvussu ein trøllabundin kvinna vinnur sær og sínum frælsi – men bert um hon lítir á sítt vit og sítt skil.
Eina standmynd, ið vísur á, at tað er neyðugt við hvørt at síggja veruleikan úr einum øðrum perspektivi úr einum øðrum sjónarhorni, til tess betur at skilja samanhangir, at síggja møguleikar – og ikki minst til tess at skapa og at bróta burturúr nýggjum.
Hans Pauli Olsen hevur enn einaferð prógvað at hann telist millum fremstu listarfólk og myndahøggarar yvirhøvur.
Klaksvíkin hevur av sonnum tikið eitt avgerðandi stig inn í eitt nýtt 100 áraskeið.
Líta vit so 100 ár ella meira aftur í tíðina, so er nógv hent í hesum tíðarskeiði. Fimm smáir bóndabýlingar hava ment seg til næststórsta bý í Føroyum, Og síðani Klaksvíkin í 1908 gjørdist sjálvstøðug kommuna, hevur býurin ment seg til ein fiskivinnu- og vinnulívsdepil burturav.
Í tíðarskeiðnum frá 1908 til 1960 var Klaksvíkin tað økið í Føroyum, sum hevði størstu framgongdina, og sum gekk undan restini av landinum. Fólkatalið vaks úr 700 til meira enn 4000 í 1960. Og við undirsjóvarbergholinum undir Leirvíksfjørð eru lunnar lagdir undir uppaftur størri framburði í norðurøkinum. Fremsta fortreytin fyri vøkstri og framburði er, at økini og borgararnir í økjunum standa saman, lyfta í felag og eru tollynt, at øll beina burtur gamlar forðingar og gamalt sundurlyndi.
Tað merkir ikki at norðoyingar skulu beina burtur gamlan sið, søgu og mentan – tvørturímóti eigur allur framburður at byggja á hesar tríggjar grundsúlur sið, søgu og mentan.
Eg vóni, at tað innan stutta tíð fer at eydnast at sameina allar kommunur her í Norðuroyggjum, og at norðurøkið á tann hátt fær ment sítt kappingarføri og sín førleika at bjóða borgarunum eitt fjølbroytt, trygt og avbjóðandi tilverugrundarlag. Tit eru longu komið væl áleiðis. I felag megna vit at koma á mál um vit tora at bróta gamla vanahugsan og goðtaka, at nýggir hættir at skipa seg, skapa nýggjar møguleikar.
Styrkin her norðuri og grundarlagið undir tí stóra framburði í seinastu øld er fiskivinnan og allar tær fiskivinnuroyndir, ið sum dýrgripir eru ervdar ættarlið eftir ættarlið.
Heðin Brú sáli, yrkti í Fedranna talu um førningin, sum vit hava skyldu at bera víðari, og hann sigur so vísiliga, “Hevur tú einki at flýggja uttan ta tómu tægu – ert tú ein deyður maður”. Men tægan er ikki tóm her norðuri, hon er stúgvandi full, og júst tí áttu vit at staðið saman um at ment eitt nútímans útbúgvingarumhvørvi innan allar sjóvinnuútbúgvingar. Ein maritiman útbúgvingarmiðdepil frá lægsta til hægsta stig eigur at vera í Klaksvík. Her er mentanin, vitanin og vinnan savnað frammanundan – hon skal í nýggjum líki og altjóðagjørdum hami bera okkum inn í framtíðina.
Men til tess krevst at vit tora at ganga nýggjar leiðir. At vit viðurkenna, at stigið má og skal takast frá veiðumannasamfelag til vitanarsamfelag.
Í frálíku søgubók tykkara um Klaksvíkar Søgu, ið varð givin út fyrradagin ber til at lesa um hin navnframa Nólsoyar Páll, ið búleikaðist her norðuri og giftist Marin Malenu, og sum av øllum alvi strembaði eftir av vinna føroyingum fríhandil. At fríhandilin at enda kom í 1856 verður mett at vera tann eina og stóra fortreytin fyri, at Føroyar tóku eitt skarvslop úr gamla feudala bóndasamfelagnum við trælalóggávu og bátsbandi og inn í ta nýggju fiskivinnu- og handilsøldina við fólkavøkstri og vælferðarvøkstri.
Men í Klaksvíkar søgu lesa vit um, hvussu føroyingar sjálvir, hóast tað í 1790 varð samtykt við kongligari fyriskipan at seta fríhandil á stovn í 1796, av øllum alvi stríddust ímóti, at fríhandil skuldi koma til Føroyar.
Vit mugu ikki lata hesa søgu endurtaka seg, at vit sjálvi berjast fyri at varðveita gamlar skipanir, ið forða fyri at Føroyar kunnu mennast á jøvnum føti við grannatjóðir okkara.
Kanska er henda kvinnan, ið sveimar millum himmal og jørð, og sum kortini tykist at hava gott fótafesti – ein mynd av Marini Malenu, ein mynd av teimum, ið loysa trøllabandið og tora at ganga nýggjar leiðir.
Helena Dam á Neystabø




