Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Røðan hjá Pól Huus

Dávur Winther

Nógv fólk var komið saman at lýða á meðan Klaksvíkar Hornorkestur enn einaferð hugnaði um – hesaferð í Vágstúni undan miðnáttarrøðuni hjá Pól Huus Sólstein, stjóra á North Pelagic, sum tey sjálvandi eisini vóru komin saman um.

Niðanfyri verður røaðn hjá Pól Huus Sólstein endurgivin:

Góðu Norðoyastevnugestir, góðu tit øll.

Langt úti í kviksilvurlýsandi meginhavinum liggur eitt einsamalt, lítið, blýlitað land. Hetta evarska lítla landið er samanborið við stórhavið sum eitt sandkorn á gólvinum í einum veitsluskála. Men sætt undir sjóneyku er hetta sandkornið kortini ein heilur heimur við fjøllum, dølum, sundum og fjarðum, húsum og smáum menniskjum. Ja einastaðni er ein heilur, lítil, gamal býur við bryggjum og goymsluhúsum, gøtum, strætum, brøttum skotkendum gongdum, torgum og einum kirkjugarði. Soleiðis byrjar William Heinesen søguna um Teir glataðu spælimennirnar.

Tá eg var lítil smádrongur, var mín verð so ómetaliga stór, hóast tað bara var á Vágsheygnum. Mín barnaverð rakk ikki nógv longur enn niðan á HJØRNIÐ hjá Malvinusi og oman til Petur á Hædd, kanska oman til krambúðina hjá Hjørleif. Í míni barnaverð var onki annað stað til. Seinni fann eg spakuliga útav, at tað vóru Hæddadreingir til og so við og við broyttist heimurin til at fevna um Gerðadrongir, Lítlibrekkudreingir, Víkadrongir, Teir á Kósini og Garða drongir her ímillum Háfjall og Klakk.

Og tað kendist ikki sørt vandaleyst at fara úr tí heimliga býlinginum. Hesir smáu býlingarnir byrjaðu so smátt at broyta mína heimsmynd, og heimurin gjørdist so við og við størri. Tá eg seinni kom í skúla, vóru alt í einum nógv fleiri børn til í Klaksvík, enn eg nakrantíð hevði ímynda mær, og mín lítla barnaverð var til allar tíðir broytt. Eg visti at ein annar heimur var til í Syðrugøtu har eg plagdi at ferðast í summarfrítíðini, men tað var nakað annað.

Og sum árini gingu gjørdist mín sjón fyri umheiminum størri og størri.

Skúlaárini gingu, og sum hjá flestu unglingum gjørdist mín verð ov trong, og sinnið nakað rótleyst. Dreymar er nakað sum vit sum børn og ung tíbetur hava í ríkiligt mát, og soleiðis var eisini við mær. Droymdi um fjarskotin lond; kanska ikki um Prinsessur , Prinsar og Kongar, men heldur um upplivingar handan tað kenda og trygga.

Inni í mær var onkursvegna vaktur ein longsul at ferðast á tí stóra og víða alheimshavinum. Og mær rennur til hugs søguna um likkuna Jónathan, sum fegin vildi royna sínar egnu veingir og verða frælsur, heldur enn bara at leita eftir slógvi hvønn einasta dag.  ”Ikki trúgva øllum tí sum eyguni vísa tær. Alt tey vísa tær eru avmarkingar. Hygg við tínum viti og skili. Finn útav tí sum tú longu veist, og tú vilt vita hvønn veg tú skalt flúgva”.

Veist tú at útferðarhugur

Nørist tó ætt er at landi

Veist tú at fastasta flesin

Er brestlødd við útlongsulsgandi

Veist tú at brim er ein songur

Í blóði og sveimandi huga

Veist tú at heimtrygga kvøld

Eigur streingir í út eftir toga

Soleiðis yrkir Christian Matras. Hóast heimtrygga kvøld, so vóru streingir sum togaðu úteftir. Og áðrenn eg grunaði tað, var eg á veg út í stóru verð, handan tey blánandi fjøllini. 

Og meðan goturstykkini frá fyrrverandi sovjetiskum stríðsvognum rungaðu móti táverandi stjórnarbygninginum í Moskva, eftir eitt miseyðna hernaðarkvett,  stóð eg mitt í hesum meldrinum, lukkuliga óvitandi um heimsins órættvísi og ræðuleikar. August 1991, og eg var byrjaður uppá heimsins longsta toktúr uppá góðar 10.000 km ella knappar 6.000 fjórðingar, sum ein grønur ungur klaksvíkingur og óvitandi  um hvat er og hvat finst handan tey  blánandi fjøllini. Tó við dreymum um tey fjarskotnu londini handan havsbrúnna. Eftir fáum mánaðum gjørdist heimurin minni og minni, hóast hann var størri og størri. Og við fullum huga av minnum var eg aftur á klettunum ein februardag í 1992, í stovuni á Vágsheygnum.  Kanska var alt tað sama, men tó var alt broytt, og mín fatan av heiminum var  broytt.

Storm P segði einaferð. Í morgin er í dag, í gjár. Soleiðis fer tíðin. Men hon fer ikki avstað við ongum; vit hava upplivingarnar eftir, góðar sum ringar, og so má tíðin bara fara. Tað týdningarmikla er at vit brúka tíðina. Brúka tíðina uppá nakað, sum vit halda hon er verd at brúka uppá. Og onki er betur, enn at vit geva okkum stundir til okkara medmenniskju. Um tað so er lítið og smátt, so er tað ríkidømi í sær sjálvum bara at gera okkurt evarska lítið fyri onnur. Og gera tað, uttan at fáa nakað sum helst aftur fyri uttan framíhjárættin bara at gera tað.  Tað er okkara besta tíðarfylla. Tað er góðska.

Tá Axel Torgarð einaferð prædikaði í Vestmanna  og Kvívík sama dag, og loyvdi sær at flyta fram ta somu prædikuna í báðum støðum, var hann so óheppin, at ein vestmenningur hevði leita sær í kirkju í Kvívík eisini. Hesin nevndi hetta við Axel, sum avgjørdur svaraði: Ja tað skalt tú bara vita, eg eri ikki ein maður sum sigur eitt í dag, og eitt annað ímorgin. Soleiðis fari eg eisini í undantaksføri at endurtaka meg sjálvan í einum tíggju ára afturhvarvi.

Norðoyarstevnan er eisini fyri børn og ikki minst barnsligar sálir. Hugsandi um hetta og um at ferðast og at fara, kann eg ikki lata verða við at taka mína yndis barnabók fram, sum er søgan um tann lítla prinsin, sum eisini er um eina langa ferð.

Søgan um tann lítla prinsin, er søgan um ein flogskipara, sum neyðlendur í eini oyðimørk. Her møtir hann tí lítla prinsinum, sum kemur av eini planet, sum ikki er størri enn eitt hús, og har hann sær 44 sólsetur hvønn tann einasta dag. Hann er komin á jørðina at hitta menniskjuni og fáa hjálp til at bjarga síni elskaðu rósu, sum hann heldur er tann einasta eina, sum er til í allari verðini. Nú er hon við at verða oyðiløgd av smáum Baobab trøum, sum vaksa seg so stór, at um hann ikki lúkar alla tíðina, fara tey at køva hansara rósu.

Á síni ferð gjøgnum himmalhválvið hevur hann møtt einum kongi, sum bara er valdsjúkur, einum handilsmanni, sum hevur so nógv at gera. Hann bara telur pengar og hevur ikki tíð at liva. Eisini møtir hann einum fáfongdum ljósatendrara, sum bert hevur reglur at ganga eftir nær hann skal sløkkja og tendra. Og so drykkjumanninum sum drekkur fyri at gloyma sína skomm av at drekka – í veruleikanum menniskjaligar dygdir ella væntanir uppá tað sama.. Niðurstøðan í hansara barnaverð er: tey vaksnu eru undarlig, einamest tí tey ikki seta sær nakrar spurningar um lívið sum tað er.

Tá hann til seinast kemur til jørðina, kemur hann til ein urtagarð við 5000 rósum, har allar eru líka sum hansara elskaða rósa. Hetta er hansara størsta vónbrot nakrantíð, tí hann helt at hansara var tann einasta eina, men nú var hon bert ein vanlig rósa. Hann gerst vónbrotin og fer at gráta.

Men so hittir hann revin. Revurin vil verða tamdur av honum, so hann ikki bert er ein revur meir, men revurin hjá onkrum; hjá Prinsinum. Og hann lærir hann at knýta bond; teir fáa týdning fyri hvønnannan, júst tí at hann nú er vorðin tamur. Revurin biður hann fara aftur til Rósugarðin, so skal hann siga honum eitt loyndarmál. Prinsurin fer, og nú eru rósurnar als ikki líka um hansara. «Tit líkjast als ikki mínari rósu, tit eru onki fyri mær nú». «Ongin hevur tamt tykkum, og tit hava ikki tamt nakran. Tit eru líka sum revurin var. Hann var líka sum allir aðrir revar, men eg gjørdi hann til mín vin, og nú er hann tann einasti revurin í allari verðini. Tit eru vakrar, men tómar. Ongin gongur í deyðan fyri tykkum.”

Tá Prinsurin sigur farvæl við revin, sigur hann sítt loyndarmál fyri tí lítla prinsinum:
Einans við hjartanum kanst tú síggja rætt. Tað týdningarmesta er ósjónligt fyri eyganum.

Kanska onkur spyr nú seg sjálvan; Hvat er meiningin við hesum.

Suðurafrikanski biskupurin Desmond Tutu fortelur einastaðni í bókini GUÐ HEVUR EIN DREYM, at hann móður og troyttur ein dagin, tá dóttirin tosaði og tosaði og spurdi og spurdi, bað hana tiga tí hon tosaði so nógv. Sum eitt skot kom frá henni: “Nei Babba. Tú tosar nógv meir. Tú tosar enntá í Kirkjuni” Víðari sigur hann: Um vit frælsisgera ella kúga okkara børn, í okkara viðurskiftum við tey, so er hetta avgerðandi fyri um tey vaksa upp til at kúga ella verða kúgaði, at frælsisgera, ella verða frælsisgjørd. Tíbetur eru vit á hesum klettum og stað fræls og ikki kúgaði. Eg havi búð í 4 ymiskum londum, og ferðast mikið kring um í verðini. Og Føroyar eru nakað serstakt, og ikki minst Klaksvík. Men vit skulu sannilig verja og varveita tað, og ikki gloyma hvørji framíhjárættindi vit hava fram um so nógv menniskju rundanum okkum. Sum tað stendur i  Illionskvæðinum: Veik er menniskjans ætt, mest at líkna við leyvsbløð í lundum. Tað er so skjótt at vit snáva, og gloyma at verja tað góða og tað frælsa. Og tað er vísdómurin, at verja tað góða við tí góða.  Og tað er ikki altíð tað nýtist at verða við orðum. Íslendingar hava eitt orðatak sum sigur: Bros er ljós í glugga sálar, ið sýnir, at hjarta er heima. Eitt bros kann broyta alla verðina, og kann í løtum verða tann størsta gávan sum er til.

Vit mugu og skulu loyva og eggja okkara børnum og ungu at søkja heimin, og alt tað sum hann hevur at bjóða. Tað einasta vit, sum eru her á hesum stað hava skyldu at gera, er at skapa gróðrarbotnin sum skal til, fyri at tey sum fara koma heim aftur og vilja koma aftur. Ikki sum heimføðingar, sum bara hava verið ein túr úti í verðini, men sum heimsborgarar. Og minna okkum á at vera takksom. Takksemi er ikki bert hin størsta av øllum dygdum. Takksemi er eisini móðirin at øllum øðrum dygdum. Tað gera vit bert við at fjálga um tey á barna og ungdómsárum, soleiðis at tey vilja og ynskja at koma aftur til sína einastu rósu, hóast hon ikki er tann einasta í verðini. Nei, tí hon er passað, og tað er brúkt tíð og orku uppá hana, og bondini sum eru knýtt eru óslítandi. Vit skulu eggja teimum til dreymar, sum tey vilja fylgja, og geva teimum dirvi til at droyma stórar dreymar um framtíðina, og nýggjar heimar. Hesir heimar og hesi støð eru ikki til í bókum ella á nøkrum korti. Ella sum skiparin Akab sigur í bókini Moby Dick, í leitanini eftir tí stóra hvíta hvalinum, sum hevur tikið annað beini hjá honum: ”Sonn støð eru ongantíð á nøkrum korti

Sonn støð eru ikki á nøkrum korti. Men tey eru til. Og um tey ikki eru á nøkrum kortið, so er tað kanska ein menniskjalig skylda hjá okkum øllum at leita eftir teimum, heldur enn at nýta kort omaná kort fyri at finna hetta staðið og vegin hartil. Verulig støð eru kanska har vit sum menniskju taka fulla ábyrgd av okkum sjálvum og okkara næsta, so tað gongst væl hjá okkum øllum, við virðing fyri hvørjum einstakum. Og tað gera vit best við at hugsa vítt og breitt og fevnandi. Og lurta við hjartanum. Altíð lurta. Lurta eftir rødd nátturunar, tí hon fjalir eina mongd av dýrgripum

Og minnast til at verða takksom, fyri øll tey framíhjárættindi vit hava á hesum klettum og á hesum staðið og fyri lívið sjálvt. Jørgen Frans Jacobsen skrivaði í einum brævi til William Heinesen, tá hann lá á deyðastrá bert 37 ára gamal: Eg eri enn sum áður lívinum djúpliga takksamur og fari framvegis at sættast við tess kor, tí tað gevur meira enn tað tekur; ja, eg havi longu fingið so nógv, at eg fari ongantíð at hava nakran rætt til at gremja meg. Tað er ikki tað vit hava í lummunum, sum ger okkum takksom, men tað vit hava í hjartanum.

Kendi listamaðurin Pablo Picasso segði einaferð: Alt sum tú kanst ímynda tær er veruligt. Hugsið tykkum hvat virði liggur í hesari útsøgn, um hon er røtt. Ongar avmarkingar, men heldur ein vinalig heilsan til hugflog og frambrot og nýhugsan. Og tó rótfest í tí kenda.

Far innar í stovuna um hon er trong

Og lurtað – hon syngur ein stillan song

Hon rúmar, tó nakað sum tú leggur í

Har væntar bert tað – at tú varnast tí.

Soleiðis endar sangurin Í Nánd. Men fyri at varnast tað sum er her hjá okkum, og kenna tað vit eru góð við, eru vit oftani noydd til at síggja nakað, sum ikki er í nánd. Um vit ikki loyva okkara børnum og ungu at ganga heilt at markinum, hví so í heila tikið ganga, hevur danski listamaður Asger Jorn einaferð sagt. Heilt at mørkunum, fyri síðani at koma aftur til Rósuna – til tað sum er í nánd.

Tá Janus Djurhuus hevði skrivað tey rámandi orðini á minnisvarðan í Vágstúni, beint aftanfyri tykkum, og tað seinni um kvøldið var veitsla hjá Evald Kjølbro í hesum sambandi, var hann ikki sørt speiskur um tann intellektuella statusin í Klaksvík: Tað einasta fólk her norðuri skilir er Pounds, Pounds, Pounds. Her meinti hann við pengar og fisk. Ella tá Karsten Hoydal einaferð var og vitjaði listamannin Mykines, sum lá á Klaksvíkar Sjúkhúsi, og sum spurdi hvussu gekst við skaldskapinum. Karsten svaraði, at tað kom ov lítið burturúr. Mikines skuldi tá svara aftur: “Nei, kulturur trívist ikki í toski.”  Soleiðis er ikki í dag; vit eru ríkað við mentan og list, vinnulívið og einum fjøltáttaðum samfelag v.m. men tað hevur týdning at vit øll víðka sjónarringin alla tíðina.

Millum annað kann listin læra okkum at ganga heilt at mørkunum og listin er onkursvegna yvir okkum sjálvum. Hollenski listamálarin Van Gogh, sum bert seldi EIN málning meðan hann var á lívið sigur einastaðni: Eg vil siga nakað við eini mynd, sum troystar eins og tónleikur. Listin, tónlist ella myndlist, er við til at skapað samrøður, seta spurningar og tilkallar okkum mangan undran, gleði og vón. Listin opnar heldur enn at lata aftur, og tað eru eginleikar og evnir, sum vit sum vaksin hava skyldu til at geva okkara børnum við sær sum barlast; sum foreldur og samfelag. Latum okkum læra tey tað virðismikla við at hava frælsi; frælsi er ríkidømi og gull vert í flestu lívsins viðurskiftum, til at nýta hugflog, verða skapandi og til at hugsað. Til at góðtaka ymiskleikarnar, klára tað óvæntaða og vænta tað væntandi. Skyldan liggur í at læra tey at navigera í hesum margfeldni. Føroyar og Klaksvíkin ikki minst eru rík uppá list í mongum førum, men vit mugu alla tíðina verða tilvitaði um hetta sum menniskja og sum borgarar. Og geva rúm fyri hesum margfeldni. Sum William Heinesen so beinrakið skrivar:

Tað einasta, sum kann verja tað hugsandi og leitandi menniskja fyri fullkomnum høpisloysi, er tann hugsan at vit eru medmenniskju. Tað einasta, ið vit við vissu og á hvørjum degi verða mint á, er, at vit eru medmenniskju og búgva á gongustjørnuni jørðini. Og tað einasta, sum kann gera okkum andliga og handliga opin og geva okkum ábyrgdarkennslu og á tann hátt geva lívinum meining, er tann hugsan, at vit eru medmenniskju.

Norðoyastevnan og Klaksvíkin er nakað serligt fyri okkum øll sum búleikast her, og hava búleikast her. Vit skulu verja og fjálga um tað sum er okkum kært, stórt ella smátt. Her er nørandi gróður, her er eitt ríkt margfeldni innan myndlist, tónleik, átrúnað, ítróttt, skúla, vinnulív og so framvegis. Men gróðrarbotnin eiga vit øll sum búleikast her, og hann skulu vit lívga og fjálga um øll somul eftir besta førimuni. Og Klaksvíkin er og verður nakað serligt. Ja, hon er so serlig, at Íslenski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson, sum í 70 árunum búleikaðist her í Klaksvík sum og útróðrarmaður og egnari, skal hava sagt tey legendarisku orðini: “Tað finst bara ein býur í øllum Norðurlondum, har sum alt er, sum ongar aðrastaðir er. Og tað er í Klaksvík. Fara vit nakrantíð at semjast um ein høvuðsstað fyri Norðurlond, so er mítt besta og einasta boð, at tað verður Klaksvík”.

Ein býur ella bygd hevur nógv at geva okkum øllum, stórum sum smáum. Tað er ikki alt sum er sjónligt fyri eyganum; langt frá tí, men hjørtuni vilja altíð síggja, og tey vilja altíð síggja tað sum hevur mest týdning. Og Klasvíkin er full av lívið: Vit hava  Sjómanskúlan, Húsarhaldsskúlan, Tekniska skúla, Sjúkrahúsið, Varpið, Spinnaríið, Skip og Bátar, skjótt eitt hotell, Virkir av øllum handaslag,  slóðbrótara og listafólk. Ja her er enntá ein scannari, við mótburði í ríkiligt mát. Her hevur verið lagt nógv fyri í áratíggju av kvinnum og monnum, og vit skulu gleðast um hvussu væl er hepnast, við stríð og strev og við bit og slit.  Styrki kemur ikki frá at vinna. Tað er stríði, sum myndar styrkina. Tað stríð og strev vit fara ígjøgnum, og avgerðin ikki at geva upp; tað er styrki.

Fyri at  fáa nakað sum hevur virði, mugu vit ofrað nakað. Tað truplasta at gera og tað rættasta at gera er aloftast tveir lutir av somu søk. Onki sum hevur meining er lætt.

 

Tess størri stríð og strev vit hava haft at røkta og verja okkara rósu, tess virðismiklari og vakrari er hon fyri okkum, og vit eru og verða góð við hana til allar tíðir.

Mangan hevur leika hart á, men styrkina at vinna eiga vit. Tað er okkara ognarskapur, og tað skulu vit verða errin av.  Tað er sum við okkara sjófólki: Øll vita at havið er vandamikið, og stormarnir kunnu verða øgiligir og ræðandi. Men hesi sjófólk hava ongantíð hildið hesar vandar verða orsøk nokk til at verða verandi á landi. Tvørturímóti. Klaksvíkin og tað fólk sum her býr er orsøkin til tann gróður og tað lív sum her nú einaferð er. Her er árræði og ágrýtni og her er vón. Sum tað stendur í orðtøkunum: Tann sum altíð kannar eftir vindinum kemur ikki til at sáa; og tann sum altíð hyggur at skýggjunum kemur ikki til at heysta. Her er onki himpr. Her verður ikki ligið á boðunum. Her hendir tað, sum vit sjálvi vilja skal henda. Vit hyggja ikki at skýggjunum ella kanna eftir vindinum. Her gera vit tað, og tað hendir nakað rundanum okkum alla tíðina. Og vit skulu ikki spyrja onnur um hvat tey halda. Hetta er okkara rósugarður, og tað eru vit sum skulu ansa eftir honum og ikki minst okkara einastu rósu.

Men í øllum meldrinum skulu vit minnast til at verða góð við hvønnannan, og virða hvønnannan júst sum vit nú einaferð eru. Í øllum okkara stríði og okkara stremban eftir trivnaði og vælferð, skulu vit hava øll við. Øll. Ongin skal sita eftir. Tí stundum slóknar egna ljós okkara og verður vakt aftur til lívs við neistanum frá einum øðrum menniskja. Ein og hvør okkara hevur grund til at minnast við djúpum takksemi tey, ið hava kveikt hendan logan innaní okkum. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, serliga tá lívið kann gerast trupult. Ongin av okkum fer leikandi lætt gjøgnum lívið, uttan at onkur snávingarsteinur er á vegnum. Og kanska koma vit heldur ikki so langt, um ferðin gjøgnum lívið er beint fram. Kanska er lívið eisini fátækt, um tað bara snýr seg um at ganga beint fram, heldur enn at gang eftir kringlutum gøtum. Men um vit snáva á leiðini hava vit tørv á hjálpsemi Og har hjálpsemi er, har er góðska. Og Góðska, hon er mannalívsins løgnasti dýrgripur.

Eg veit væl, at hetta eru bert orð, og orð kunnu verða fátøk, og kanska eisini hesi. Men viðhvørt eru tey okkara einasti møguleiki, og tá kunnu tey verða rík og fjálga og ugga. Sum tað stendur í orðtøkunum:  Vinalig orð eru dýrur hunangur, søt fyri sálina, heilsubót fyri beinini. Latum okkum øll fagnað lívinum og tí góða sum vit eiga og hava skapt á hesum staði. Og ansa eftir okkara einastu rósu, sum vit hava vart og fjálga um og sum vit eiga og eru góð við. Og dýrur hunangur er tað, tá Christian Matras yrkir:

 

Her rann onki lív, sum náttin ei nam

Og ongin vann varandi ljós ella ham

Men lívfjálgar løtur mær veitti tín trygd

Og upphavsins glæmu, min skiftandi bygd.

(Christian Matras)

                  

Takk fyri!