Í ár helt Ragnhild Ellingsgaard røðuna fyri næmingum á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum fingu miðnámsprógv úti í Grøv 25. juni.
Góðu nýfloygdu pisur – og sjálvandi eisini tit, sum varða av og hava klækt hesi fólk.
Dagurin í dag er heilt serligur. Tit hava uttan iva bíða eftir honum við spenningi; onkuntíð kanska enntá í frusteratión – men nú er húgvan sett á høvdið og pappírið lagt í hondina. Liðugt er við próvtøkum og tit hava verið ígjøgnum tað sama, sum so nógv onnur hava gjørt – bæði áðrenn og eisini nú saman við tykkum – eina miðnámsútbúgving.
Ì gomlum døgum, tá studentarhúgvan enn var ung, skuldi húgvan ímynda, at tú nú vart blivin borgari í tí ”akademiska” heiminum. Tá bóru øll hatt – menn sum kvnnur – ella, útfrá teim sosialu umstøðunum, turriklæði ella kepp. Um veturin bar studenturin, sum oftast eitt mannfólk, eina svarta húgvu og um summarið eina hvíta.
Í dag finst ikki longur bara ein ”akademiskur” heimur og eisini tann sonevnda ”dresscode” er nógv meira fjølbroytt. Men ímyndin av húgvuni er tó ikki heilt broytt; tit eru í dag vorðin eitt heilt serligt slag av heimsborgarum. Tit hava seinastu árini vitjað fleiri heimar – og tit hava yvirlivað tað.
Inni í húgvuni liggur goymt alt tað, sum hevur savnað seg saman gjøgnum útbúgvinga; ymisk vitan, ymsar fatanir, evnini til at raðfesta, sjálvdiciplinering og evnini til at fara eftir tí, tú vilt hava. Seinastu vikurnar hava tit fingið roynt alt hetta í verki á eini forðabreyt, skapað av próvtøkum. Tit eru blivin eftirmett gott og væl – og tit eru enn á lívi!
Á leiðini her til hava tit hildið fast í rættinum til at hava egna meining. Tit hava vart tykkum sjálvi, tykkara upplivingar og tykkara sjálvsfatan – men tit hava eisini skilt, at krøv verða sett til tykkum. Tit vita og fata, at tað ikki bara finst ein heimur og ein sannleiki – men fleiri sannleikar, sum eru tengdir at teim umstøðum, vit arbeiða undir.
Okkara heimur er fjølbroyttur, ikki bara landafrøðiliga, mentanarliga og søguliga sæð. Men eisini vísindaliga – aftanfyri tað, sum vit síggja við eygunum, liggja mikro- og makroheimar, orka er bundin saman og transformera í óteljandi skapum. Og mál er ikki bara nakað, sum verður skrivað og tala runt í teim ymsu londunum; mál er eisini tey modell og tey ástøði, sum mynda okkara fatan fyri øllum tí, sum hendir í fjølbroytna heimi okkara.
Eingin kann í dag fata allan heimin, sum han er. Men skulu vit tryggja framtíðina hjá okkum sjálvum, so er umráðandi við menniskjum, sum kunnu ferðast ímillum allar teir fakligu heimarnir og bera boð teirra millum.
”Dare, care and share”, kallast ein hugburður, sum hevur vunnið sær alsamt meira frama seinastu árini. Her skalt tú tora at stúra og luta burtur úr gávum tínum fyri at vísa øðrum, at tú – í tær sjálvum – hevur fleiri skapandi evni. Hetta snýr seg ikki endiliga um fakligan førleika; um meistran av støddfrøði ella innlit í føroyskan skaldskap. Her verður meira hugsað um teir karmar, sum eru neyðugur fyri at menna tann sosiala kapitalin, samhaldsorku og tey evni, sum eru grundarlagið nýggjum netverkum.
Sum lítil smágenta var eg rættiliga forlip í Peter Plys; ella Palla Pumm, sum hann jú eitur á føroyskum og sum vaksin havi eg onkuntíð blaða bøkurnar ígjøgnum aftur. Eg fari at fortelja tykkum tí einu søguna um Palla Pumm í dag. Lurta nú:
Eg hitti Palla ein dagin í skógini.
“Hoyr, Palli, hví hevur tú ikki skund í dag?”, spurdi eg.
”Tí tað er gott veður”, svaraði hann.
”Jamen”..
”Hví oyðileggja tað?”, spurdi hann meg.
”Jamen.. Tú kundi gjørt okkurt Vigtigt!”, segði eg.
”Tað geri eg eisini!”.
”Àh, hvussu?”.
”Eg lurti”, svaraði hann.
”Lurtar eftir hvørjum?”.
”Eftir fuglunum”.
”Hvat siga teir?”, spurdi eg.
”At veðrið er gott”, svaraði hann.
”Jamen, tað visti tú áðrenn?”.
”Jú, men tað er altíð gott at vita, at onnur hugsa tað sama sum tú”, svaraði Palli.
”Náh.. Men hugsa tær; tú kundi lurtað eftir útvarpinum nú og hoyrt Vigtig Tíðindi?”, segði eg.
”Náh.. tað..”, svaraði hann mær aftur.
”Ja, júst tað. Hvussu kanst tú annars vita nakað um tað, sum hendir í heiminum?”, spurdi eg.
”Við at fara út!”, svaraði Palli mær aftur.
Palli hevur skilt, hvat veruliga endamálið er. Tað er umráðandi at lurta eftir fuglunum og at njóta góða veðrið; at hvíla í tær sjálvum og tí, tú gert beint nú. Hetta stendur á ongan hátt í andsøgn við fakligan førleika, menning og góðsku.
Tit hava tey seinastu trý árini, saman við tykkara lærarum, skapað eina ørgrynnu av karmum og treytum, sum hevur verið keldan til tykkara menning. Tit hava, á ymsan hátt, øll sett dám á upplivingar, sum hava verið knýttar at Tekniska Skúla í Klaksvík. Tit hava fingið nýggjan fakligan førleika og vónandi samstundis – sum Palli Pumm – hava tit lurta eftir fuglunum, notið góða veðrið og ikki minst hvønn annan.
Prógv tykkara kann onkursvegna gott fatast sum eitt slag av løn fyri, at tit nú hava rokkið málinum, sum tit settu tykkum fyri trimum árum síðani. Og málið er avgjørt ikki uttan týdning í hesum førinum. Men kann hetta prógvið einsamalt brúkast til nakað veruligt?
Erligt, so má svarið verða nei. Bara prógvið einsamalt skapar ongan dynamikk og er als ikki viðkomandi fyri nakran. Veruliga málið í dag er ikki einsamalla próvtalið á einum hvítum pappíri.
Vísdómur verður ikki til vitan, fyrr enn tú hevur roynt hann í verki, tí tínar egnu royndir skapa tína vitan. Onkur tykkara er kanska vónbrotin av, at tølini í hvíta bjævbjálvanum ikki gjørdust so høg, sum tit kundu hugsað tykkum. Men í veruleikanum hevur hetta einki at siga, tí størsta forðingin fyri at røkka tínum máli er bara tú sjálvur – ella tú sjálv. Lívið snýr seg um at taka stigið – at blaka seg útav, har fjallið er hægst. Vit detta viðhvørt, fáa eitt sindur ilt – men koma aftur á føtur og fara víðari. Tín dreymur livir í tær – ikki á einum pappírið. Gamaní kann eitt gott próv gera tað munandi lættari fyri teg – men eitt minni gott prógv er eingin forðing fyri at røkka tínum málið.
Vit hoyra dag og dagliga um fíggjarkreppu, uttanlanda eins væl og í Føroyum. Eg ætli mær tó ikki at koma inn á hetta í dag, tí kreppa nýtist ikki at merkja stórt sæð meira enn bara ein avbjóðing. Ein avbjóðing, sum hóast búskaparliga kreppu í heiminum, eisini bjóðar okkum inn í eina nýggja tíð, har útbúgving og nýggir vinnumøguleikar ikki bara fáa hægri – men hægstu – raðfesting. Her eiga vit øll at vera til dystin fús – tit í dag við fullum høvdið av nýggjari vitan.
Eitt kinesiskt orðatak sigur, at lesing skapar ein vitandi mann, grundan ein vísan mann og handling ein fullkomnan mann.
Fleiri tykkara leita helst víðari út í heim í tráanini eftir enn meira vitan. Eg fari at ynskja tykkum góða ferð; heimurin er stórur og vil uttan iva taka væl ímóti tykkum. Minnist bara til, at tað ikki er ikki málið í sær sjálvum, men leiðin til málið, sum er avgerandi.. Havi onkra løtu, har tit – júst sum Palli Pumm – steðga á, lurta eftir fuglunum og njóta løtuna. Latið samleika tykkara hava gróðurfesti í hjartanum og veri ongantíð bangin fyri at hava ávirkan á tykkara umhvørvið. Framtíðin er tín – lat hana tí eisini endurspegla ein part av tær sjálvum.
Tit eru nú liðug við bøkurnar á hesum sinni. Onkur hevur kanska brent øll notatini ella fara tit – fyrr ella seinni – at blaka tey burtur ella bara gloyma tey í onkrum óruddiskassa. Um stutta tíð eru veitslurnar eisini lidnar og tit eru on your own.
Tað verður uttan iva eitt sindur løgið – ja, kanska enntá torført. Ikki so nógv hetta við bókunum og saknur verður nokk heldur ikki í notatunum – men tit fara at sakna vinfólkini. Soleiðis er lívið nú einaferð. Og hóast tit fara at halda fast í sambandinum tykkara millum, so eru tit nú á veg burtur frá tí kenda og tí, tit hava havt til felags. Tit eru øll á veg út í ein nýggjan heim.
Á hesi ferð vil eg heita á tykkum um at minnast til at halda fast við tí, sum er kjarnan í tykkara útbúgving. Tað finst altíð meira enn bara ein heimur; eingin heimsmynd er eins og alt felags er bara fyribils. Tú og eg eru altíð á ferð..
Tað er væl loyvt at líta aftur um bak og tað er alstórum týdningi at minnast til tað, ein hevur lært – gloym ikki tað, tú lærdi á vegnum til húgvuna. Men lívið sjálvt bjóðar tær av nú. Hygg tí stoltur (ella stolt!) frameftir, vel og set í verk. Tú vart ikki givin til tín heila, men heilin er givin til tín. Far tí út, brúkað heilan og skapað tær júst títt pláss í tínum heimi.
Góða eydnu!




