Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Róðrarsamband Føroya hevur tikið 9 rógvarar út til kapping í USA

Tíðindaskriv

Tann 28. Februar verður heimsmeistaraheitið í innandura rógving á Agganis Arena, ið er ein partur av lærda háskúlanum í Boston. Róðrarsamband Føroya hevur úttikið 9 rógvarar, ið fara at umboða Føroyar. Allir rógvarnir hava tað seinasta árið vant eftir venjingarætlan, ið Eskild Ebbesen fleirfaldur Olympiskur meistari í rógving, hevur staðið fyri.

Rógvarnir, ið skula umboða Føroyar, eru hesir:

Inga Weihe 

Kem Weihe 

Johannes Olsen 

Bogi Olsen 

Olaf Vestergaard 

Jens Kristian Dam 

Toni Dam 

Dánjal Martin Hofgaard 

Sarita Hansen 

Dánjal Martin Hofgaard vann gull í tí opna bólkinum hjá monnum í lættvekt í 2015. Allir rógvarnir hava luttikið á Grand Prix kappingum, ið Róðrarsamband Føroya hevur skipað fyri í 2015 og 2016.