Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rodrigo vil sleppa til KÍ

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur havt samrøðu við bóltsnillingin úr Brasilia.

Fyrrverandi KÍ álopsleikarin sigur við Norðlýsið, at hann hevur stóran áhuga at koma aftur til KÍ.

Rodrigo Silva leikti við KÍ í 2008. Tá skoraði hann 11 mál í 23 dystum og var ein eyðsýndur leikari í føroysku kappingini. Tann nú 30 ára gamli álopsleikarin frá Brasilia leikti bara hetta eina árið í Føroyum. KÍ kom illa fyri fíggjarliga um hetta mundi og misti av tí sama nógvar týðandi leikarar til kappingarárið í 2009.

Vil sleppa aftur

Í eina tíð hava søgur sett Rodrigo í sambandi við KÍ. Tí vendi Norðlýsið sær til hansara og hann váttar, at stendur tað upp til hansara, so spælir hann aftur við KÍ.

– Eg eri sera áhugaður í at sleppa at spæla við KÍ aftur. Eg elski felagið, viðhaldsfólkini, býin í Klaksvík og fólkini har. Í løtuni spæli eg ikki við nøkrum liði. Men eg venji og haldi meg í venjing í einum liði í 2.deild í Sao Paulo, um so er, at onkur møguleiki skuldi komið, sigur Rodrigo Silva við Norðlýsið.


Betri leikari nú

Tá vit spyrja, um hansara egnu metingar av, hvørs hann er ein betri ella verri leikari nú enn tá hann fór úr Føroyum í 2008, so svarar hann soleiðis.

– Eg eri ein nógv betri leikari nú. Eg havi fleiri royndir, men sama skjótleika og tekniska førleika, sigur Rodrigo Silva.

Einki avgjørt

Sum skilst er KÍ leiðslan og venjari kunnað um áhugan hjá Rodrigo fyri at koma aftur. Men eingin avgerð er tikin, um Rodrigo møguliga verður partur av KÍ hópinum í seinnu hálvu. KÍ álopsparturin er væl mannaður og liðið hevur ein álopsleikara í Páll A. Klettskarð, ið skjýtur tey neyðugu málini, meðan eisini aðrir skjóta nógv mál. Tí kann tað vera, at man ikki metir tørvin vera so stóran, at hugt verður eftir útlendskum styrki. Hinvegin kann tað eisini henda, at liðið ætlar at satsa nógv uppá steypakappingina í royndini at koma í finaluna. Har kundi Rodrigo veri ein jokari at havt, men spurningurin er so aftur, hvussu hansara venjingarstøða er, nú 5 ár eru farin síðani, at hann var í Føroyum seinast.