Klokkan eitt í nátt undirskrivaði Knattspyrnufélag Reykjavíkur sáttmála við føroyska landsliðsleikarna Rógva Jacobsen
Rógvi Jacobsen váttar í morgun at hann í nátt undirskrivaði sáttmála við íslendsku meistararnar úr Reykjavík.
Sum Norðlýsið frættir er talan um ein tann stórsta sáttmálan av sínum slag í við leikara í føroysku deildini nakrantíð, men hetta vil Rògvi tó ikki siga nakað um.
– Teir hava verið i samband við meg áður, og í aprílmánaða í ár komu teir við einum boði, men tá lá tað ikki fyri hjá mær.
– Eg kann bara siga at eg eri sera væl nøgdur við sáttmálan og hann ger tað møguligt hjá mær at virka sum yrkisleikari og tann dreymin var eg annars so smátt farin at uppgeva, sigur 25 ára gamli Rógvi Jacobsen.
Ætlar sær til Ísland sum meistari
Rógvi skal byrja venjingina við KR hálvan november og tí fer Rógvi at spæla hetta kappingarárið við HB.
– Eg ætli mær at verða meistari við HB áðrenn leiðin gongu til Ísland-
– Sáttmálin hjá mær við HB gongur út í oktober og tí farið eg ikki til Ìsland fyrr enn í november.
Ein dreymur
Rógvi sigur at hóast hann fleiri ferðir hevur verið til ymiskar royndarvenjingar uttanlanda, so hevur tað ongantíð eydnast at gerast yrkisleikari.
– Hesuferð havi eg als ikki verið til royndarvenjing, men teir hava sjálvandi sæð dystirnar hjá mær á landsliðnum og tá teir leiktu móti okkum fyrr í ár.
Rógvi Jacobsen sigur at hann hevur verið sera glaður fyri tíðina í HB og at samstarvið við leiðsluna í HB hevur ferið fyrimyndarligt.
– Tað er í fullari semju at vit fara at skiljast eftir kappingarlok og eri eg sera takksamur fyri at leiðslan í HB hevur skilt mína støðu, sigur Rógvi at enda.




