Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rokfiskiskapur á pollinum í Fuglafirði

John William Joensen

6 bátar úr Leirvík lógu um 3.000 pund hvør av góðum upsa og ein eisamallur maður hevði 4.000 pund. Tað stóð á at kryvja undan og tí lógu bátarnir við bryggju og kruvdu – so rættilga nógv lív var á bryggjuni í Leirvík gjárkvøldi.

Myndir: Emily Á Reynatrøð

Randal úr Leirvík greiddi frá at bátarnir høvdu fingið nógvan upsa seinastu dagarnar, men sum skilst var fiskiskapurin higartil í dag verið nakað minni og nógvir bátar vóru á leiðini. Sum skilst varð fiska inni á pollinum í Fuglafirði, og serliga var nógv at fáa innarliga á pollinum.