Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Rokfiskiskapur hjá størru útróðrarbátunum

Oliver Joensen

Norðsøki siglir inn av Føroya Banka við millum 30 og 35.000 pundum.

Fyri løtu síðani tosaðu vit við Hera Vang, skipara á Norðsøka. Heri sigur, at teir fóru av Klaksvík mikudagin við kós móti Føroya Banka. Vit høvdu 117 stampar við. Í dag sigla vit aftur inn at landa, vit hava enn ikki avgjørt hvar vit fara, men landa vit í Klaksvík, so verða vit ikki inni fyrr enn um 22-23 tíðina í kvøld.

Tað er eitt sindur ilt at siga hvat vit hava inni av fiski, men eini 30.000 pund, tað rokni eg við at vit í minsta lagið hava. Vit eru ikki lidnir at skipa okkum í lastini, tí er tað eitt sindur ógreitt við nøgdini. Men vit hava eini 5.000 pund av longu og brosmu, so eitt sløð av hvítingi, skøtu og øðrum fiski, men stóri parturin er hýsa og so 26 toskar. Veðrið hevur verið ótrúliga gott allan túrin, blikalogn at kalla, sigur Heri Vang at enda.

Men hjá størru bátunum á nærleiðini hevur eisini bragdað. Á søluni hevur brandur givið upp 15.500 pund, Líðhamar 12.000 pund, Stakkavík 3.200 pund og Dalsenni 3.100 pund.

Rætting frá Brandi

Skiparin á Brandi boðar frá, at teir ikki hava 15.500 pund í dag, men at teir hava tveir dagar á FMF í dag undir sama dato. Tað rætt er, at Brandur avreiddi 5.500 pund í gjár og 10.000 pund í dag. Vit biðja lesararnar um umbering-