Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Røkke fekk høvið at hitta løgmann

John William Joensen

Fyrrapartin tók løgmaður ímóti norska Kjeld Inge Røkke í Eysturstovuni í Tinganesi.

Kjeld Inge Røkke ynskti at hitta løgmann, nú hann er í Føroyum í sambandi við móttøkuna av Atlantic Navigator.
Á óformliga fundinum varð framløga um verkætlanina við Atlantic Navigator og um fyritøkuna Aker group, sum hevur virksemi um allan heim innan fiski-, skips- og oljuvinnu.
– Eg ynski teimum góða eydnu við Atlantic Navigator. At nýta svartkjaft til matna, við teirri virðisøking, tað gevur, er vegurin at fara, nú veiðumøguleikarnir alsamt verða skerdir. Og so fegnist eg sjálvandi um arbeiðsplássini, sum verkætlanin skapar, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
– Vit eru gestir í tykkara landi, og vit fiska tykkara tilfeingi. Hetta eru vit fullgreið yvir, segði Røkke millum annað við løgmann.

Harleywoodpaint