Veðurforsagnirnar eru ikki av teimum bestu, og í kvøld og í nátt kunnu onkur støð í Danmark rokna við hægstu flóð sum er máld seinastu 100 árini.
Veðurforsagnirnar eru ikki av teimum bestu, og í kvøld og í nátt kunnu onkur støð í Danmark rokna við hægstu flóð sum er máld seinastu 100 árini.
Orsaka av nógvum vindi niður gjøgnum Kattegat og Oyrarsund, verður roknað við høgari flóð sunnanfyri Stóra- og Lítla Belt og Oyrarsund í kvøld og í nátt.
Í flestu støðum verður talan um hægstu flóð sum er máld síðani 1. – 2. november 2006, tá sera nógv flóð var og onkrastaðni kann flóðin seta met.
Talan er tó ikki um tað sum í okkara málistokki verður roknað fyri tað heilt stóra. – Talan er um einar 170 – 185 cm hægri flóð enn tað sum er miðal – men tað hevur sjálvsagt stóran týdning fyri eitt so lágligt land, har nógvir kjallarar eru lægri enn sjógvurin.




