Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roknskapur 1. hálvár 2003 hjá Norðoya Sparikassa

John William Joensen

Norðoya Sparikassi hevði eitt úrslit áðrenn skatt fyrra hálvár 2003 uppá 12,7 mió.kr.

Hetta er 0,5 mió.kr. betri enn fyrra hálvár 2002, tá úrslitið var 12,2 mió.kr. Sparikassin fegnast um hetta úrslit, serliga tá havt verður í huga, at rentustøðið er lækkað munandi, og hevur havt við sær, at rentumunin er minkaður millum inn- og útlán.

Inntøkur
Netto rentuinntøkurnar hjá sparikassanum fyrra hálvár vóru 27 mió.kr. móti 25,5 mió.kr. sama tíðarskeið í 2002. Hetta er ein vøkstur uppá 1,5 mió.kr. ella knappliga 6 %.
Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar eru somuleiðis øktar úr 26,7 mió.kr. í 2002 upp í 28,4 mió.kr. fyrra hálvár 2003. Hetta svarar til ein vøkstur uppá góð 6 %.
Sparikassin hevur í ár javnað rentu- og kostnaðarstøðið, og ger hetta, at vøksturin í netto rentu- og kostnaðarinntøkunum ikki er eins stórur sum vøksturin í fíggjarstøðuni.

Útreiðslur
Útreiðslur til starvsfólk og umsiting vóru 14,9 mió.kr. móti 12,9 mió.kr. fyrra hálvár í fjør. Hetta er ein vøkstur uppá 2 mió.kr. ella útvið 16 %. Sparikassin væntar tó, at útreiðslurnar, tá árið er lokið, ikki verða hægri enn tær vóru alt árið 2002.

Avskrivingar og burturleggingar uppá skuldarar
Avskrivingar og burturleggingar móti tapi av útlánum og ábyrgdum vóru 0,2 mió.kr. móti 2,1 mió.kr. í 2002.

Fíggjarstøða
Fíggjarstøða sparikassans javnvigar nú við 1.151 mió.kr. móti 1.060 mió.kr. seinasta ár. Hetta er ein vøkstur uppá knappliga 9 %. Innlánið er nú 901 mió.kr., sum svarar til ein vøkstur uppá stívliga 8 %, meðan útlánið er 840 mió.kr., sum svarar til ein vøkstur uppá 14 %.
Eginpeningur sparikassans er nú góðar 235 mió.kr., og er hann hetta seinasta árið øktur við 22,4 mió.kr., sum svarar til 10,5 %. Eginognin er nú 20,4 % av samlaðu fíggjarstøðuni, móti 20,1 % í 2002.

Gjaldføri og solvensur
Gjaldføri sparikassans er gott, tað er nú 283 mió.kr. móti 302 mió.kr. í 2002. Broytingin stavar frá, at útlánið hetta seinasta árið er vaksið heldur skjótari enn innlánið. Vøksturin í útláninum ávirkar eisini solvensin, sum fellur úr 30,1 % í 2002 til 27,2 % fyrra hálvár 2003.

Útlit seinna hálvár
Sparikassin fegnast um gongdina fyrra hálvár, og væntar at úrslitið seinna hálvár verður áleið tað sama.