Undir viðgerðini av málinum um stuðul úr landskassanum til at byggja nýtt røktarheim í Klaksvík, kom býráðsmeirilutin, eftir míni metan, við einum forbronglaðum uppskoti um at kanna eitt óviðkomandi projekt á eldraøkinum, ið helst ongantíð verður veruleiki.
Býráðslimir sluppu ikki seriøst at viðgera stuðul úr landskassanum ella ikki.
Havi við áhuga fylgt orðaskiftinum sum hevur verið í fjølmiðlunum í samband við at Klaksvíkar Býráð skuldi taka støðu til at søkja um stuðul til røktarheim. Sum øllum kunnugt so valdi meirilutin ikki at søkja og minnilutin meinti at Býráði skuldi søkja.
Eg var við á eykafundinum í sosialu nevnd og eftirfylgjandi á býráðsfundi hvar í máli um stuðul bleiv viðgjørt. Mín meining er at máli fekk onga seriøsa viðgerð. Tað vísir seg at samgongulimir hava ringt við at halda seg til fakta.
Andstøðan hevði valt Eygunn Samuelsen at kanna um vit høvdu fíggjarliga umstøður og orku at byggja røktarheim. Tíðin var stokkut men niðurstøðan bleiv tann at vit mettu tað verða gjørligt.
Eg veit ikki hvussu samgongan hevur viðgjørt máli men teirra niðurstøða var at tey mettu ikki at vit høvdu fíggjarliga orku. Tað sum eg havi hoyrt samgonguna ført fram hevur einki við aktuella mál at gera. Tey hava lindi til at tosa uttan um aktuell mál og vevja alt saman. Tosa um hvat aðrar kommunur burdu gjørt og alt tað sum Klaksvíkar kommuna hevur gjørt fyri tey eldru. Um hvussu vánaligt Landstýri umsitur eldramál. A býráðsfundinum fóru samgongulimir 10 til 20 ár aftur í tíðina og umrøddu hvat í landstýri hevði gjørt og hvat í Klaksvíkar kommuna hevði gjørt.
Eri samdur í at tað var sera óheppið at tíðin var stokkut til at viðgera umsóknina. Landstýrið kundi møguliga umsiti máli øðrvísi. Men alt hetta hevur einki við máli at gera. Vit mugu halda okkum til fakta. Skuldu vit søkja um stuðul ella ikki. Andstøðan var fyri, og samgongan ímóti.
Ístaðin fyri at leggja málið til atkvøðugreiðslu, kom býráðsmeirilutin við einum heilt øðrum uppskoti, sum býráðið skuldi taka støðu til. Eg dugdi ikki at síggja at hetta hevði nakað við máli um stuðul at gera .Uppskotið sóu vit fyrst á býráðsfundinum Og tað var soljóðandi.
Broytingaruppskot
Til málið um møguliga umsókn um landsstuðul til røktarheim – AHR.
Vísandi til, at eldraøkið í dag er eitt málsøki, sum landstýrið hevur ábyrgdina av, verður mælt til, at kommunan beinanvegin biður um fund við landsstýrismannin í almannamálum um tað samlaðu støðuna á eldraøkinum í Norðoyggjum, og hvussu økið verður best skipað.
Kommunan ynskir, at tørvurin á eldraøkinum skjótast fíggjarliga møguligt verður nøktaður, og at hetta verður gjørt á skilabesta hátt fyri skattaborgarans pening. Víðari arbeiðið við hesum máli skal tí gerast í samráð við áhugabólkarnar á eldraøkinum, samstundis sum samksift verður við hinar kommununnar í økinum.
Kommunan ynskir somuleiðis – í samráð við landstýrismannin – at bjóða seg fram sum undangongukommuna á eldraøkinum í sambandi við eina serstaka verkætlan, sum gevur brúkaranum møguleikar til at keypa lut í sínum eldraheimsplássi. Møguleikarnir fyri hesum vera kannaðir.
Fyrsta avsetingin á langtíðarætlan býráðsins til eldraøkið er í 2008. Vísandi til hetta verður mælt til at ein fráboðan um ætlanir býráðsins á eldraøkinum verður latin landstýrismanninum.
Hvussu kunnu vit eftir 5 minuttum taka støðu til slíkt uppskot. Uppskot sum krevur at fólk sum hava verði á arbeiðsmarknaðinum í 30 til 40 ár skulu gjalda fyri røktarheimspláss. Eitt slíkt mál krevur seriøsa viðgerð og var eftir mínari meining slettis ikki búgvi.
Hví samstarvar Klaksvíkar Býráð ikki við aðrar kommunur um slíkt mál???
Høvdu vit staði saman sum ein maður (breið samgonga) og viðgjørt máli seriøst so kundi tað verð at niðurstøðan var ein onnur.
Vinarliga.
Hans Arne Bertholdsen.




