Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rólant Reginsson Biskopstø: Ein góð byrjan uppá nýggja árið

John William Joensen

Havi verið til mítt fyrsta tjekk í Føroyum viðvíkjandi hjartanum. Havi ferðast niður triðja hvønn mánaða, men seinasta eg var niðri, var til fýraárstjekk. Av tí, at alt var, sum tað skuldi vera, avgjørdu læknanir, at eg var hálva hvørt ár niðri, og hálva hvørt ár í Føroyum, skrivar Rólant Reginsson Biskopstø, sum fyri fýra árum síðan fekk nýtt hjartað.

Eri júst komin aftur av Landssjúkrahúsinum, og alt var, sum tað skuldi vera! Hjartað pumpar, sum tað skal, hjartamusklarnir pumpa óført, og øll tøl eru, sum tey skulu vera! Eri so takksamur fyri lívið, og at alt hevur gingið so gott. Lívið er ein gáva, og mann má ikki bara taka alt fyrigivið! Mann má minnast til at liva ein dag í senn og elska seg sjálvan og onnur! Ein bilur koyrir ikki við tómum tanga. Somuleiðis er eisini við lívinum. Fyll á tangan og liv lívið. Viljin er sterkasta svørið, býtur á harðasta stál!

Ein góð byrjan upp á nýggja árið, og vil eg hervið ynskja tykkum øllum, enn einaferð, eitt gott nýggjár!

Rólant Reginsson Biskopstø

umvegis facebook